Breitt samtykki í heilsugransking.
Etisk kvøldseta hildin í KFUK-húsinum 2. desembur 2025
Breitt samtykki til heilsugransking inniber, at ein granskaraluttakari gevur loyvi til, at granskarar kunnu nýta eitt nú upplýsingar ella blóðroyndir til ymsar framtíðar granskingarverkætlanir, sum enn ikki eru tilevnaðar. Sum støðan er, er bert gjørligt at geva samtykki til luttakan í ítøkiligum granskingarverkætlanum, og breitt samtykki er sostatt ikki ein møguleiki í Føroyum. Heldur ikki Danmark loyvir hesum, men í bæði Noregi og Svøriki er møguleikin til staðar.
Eitt atlit, sum tosar fyri at loyva einum breiðum samtykki, er at tað verður skjótari og lættari hjá granskarum at útvinna vitan, sum kann koma sjúklingum til gagns. Hinvegin eru vandar fyri, at granskingarluttakarir missa tamarhaldið á, hvørjari gransking tey vilja stuðla. Ber til at geva eitt veruligt samtykki til nakað, hvørs ítøkiliga endamál man enn ikki kennir til?
Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi í Heilsumálaráðnum, greiddi frá tilgongdini, tá spurningurin um breitt samtykki bleiv viðgjørdur í einum áliti, í samband við nýggja ílegulóg í 2015.
Noomi Gregersen, granskari og limur í Etiska ráðnum, viðgjørdi evnið úr einum granskarasjónarhorni.
Ása Olsen, forkvinna í MEGD, viðgjørdi evnið úr sjónarhornum hjá granskaraluttakarum.
Marnar Fríðheim Kristiansen , lækni og limur í vísindasiðsemisnevndini, lýsti granskingaretisku tvístøðurnar í málinum.
Katla Heðinsdóttir, fakligur skrivari í Etiska ráðnum, hugleidd um heimspekiligu síðurnar av hugtakinum “samtykki”.