Val av ráðslimum.
Etiska ráðið hevur níggju limir, ið verða settir fyri fýra ár í senn. Limirnir í Etiska ráðnum verða settir av landsstýrisfólkinum í heilsumálum.
Tilnevningin verður gjørd eftir ávísum reglum, soleiðis at landsstýrisfólkið í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum, umframt ein lim.
Síðani tilnevnir landsfólkið í heilsumálum:
- ein lim eftir tilmæli frá landsstýrisfólkinum í almannamálum
- ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum
- ein lim eftir tilmæli frá landsstýrisfólkinum í vinnumálum
- ein lim eftir tilmæli frá landsstýrisfólkinum í kirkjumálum
- tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi.
Tey, ið verða tilnevnd í ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri virksemið ráðsins.
Limir í ráðnum kunnu ikki sita á Løgtingi ella í kommunustýri.
Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir. Tá ið ráðið verður sett av nýggjum, verður miðað ímóti, at í minsta lagi tríggir limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat. Limir kunnu verða settir av nýggjum eina ferð.
Landsstýrisfólkið í heilsumálum skal tryggja, at ráðið verður samansett av persónum við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum, og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðað.
Ráðsfundir
Ráðið hevur 10 ráðsfundir um árið.