Etikkur.
Etikkur er granskanin av hvat er rætt og skeivt, ella gott og ilt. Etiskir spurningar kunnu taka seg upp í øllum viðurskiftum, har avgerðir hava avleiðingar fyri onnur. Etikkur snýr seg um tey virðir og atlit, sum mynda okkara ímyndir av, hvat er gott og rætt at gera, og hví. Etikkur kann tí finnast í nærum øllum økjum í menniskjalívinum.
Virkisøkið hjá Etiska ráðnum er avmarkað til etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakligt virksemi (sí nærri lýsing av virkisøki ráðsins her). Viðkomandi spurningar kunnu eitt nú snúgva seg um ílegutøkni, heilsugransking, fosturtøku ella raðfesting av felags tilfeingi á heilsuøkinum. Ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum, og tekur av egnum ávum til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar innanfyri virkisøkið.
Á hesari síðu kanst tú í útgávum, framløgum og øðrum tilfari frá bæði Etiska ráðnum í Føroyum og etiskum ráðum í øðrum londum kunna teg meira um tey evni, sum Etiska ráðið hevur arbeitt við.