Virkin deyðshjálp.
Virkin deyðshjálp hevur í mong ár verið eitt klassiskt dømi uppá eitt torført, etiskt mál á heilsuøkinum. Í fleiri áratíggju hevur spurningurin verið afturvendandi í nærum øllum vesturheiminum: Kann virkin deyðshjálp vera ein umsorganarfull leið at tryggja ein virðiligan og pínulinnandi lívsenda fyri sjúklingar, sum ynskja hetta, ella er tað ein óhóskandi og moralskt bílig loysn til avbjóðingar, sum eiga at kunna handfarast uttan at taka lívið av okkara medmenniskjum?
Etisku spurningarnir viðkomandi fyri virkna deyðshjálp eru nógvir og torgreiddir, og evnið letur seg tí neyvan avmarkast til ein einfaldan spurning um at vera fyri ella ímóti. Hyggja vit til tey lond, sum á onkran hátt loyva virknari deyðshjálp, finna vit fleiri ymiskar lóggávur og mannagongdir. Hvør sær hava tey stóran týdning fyri, hvørjar avleiðingar kunnu standast av teimum, og hvørjir etiskir spurningar eru viðkomandi at granska nærri. Summi lond krevja eitt nú, at sjúklingurin skal liggja fyri deyðanum, meðan onnur bert krevja at sjúklingurin skal hava óberiliga líðing uttan útlit til bata, hóast hann ikki er doyggjandi. Onkur lond loyva heilsustarvsfólkum beinleiðis at geva sjúklingum eina deyðiliga innspræning, meðan onnur bert loyva útskriving av heilivági, sum sjúklingurin so sjálvur má taka. Summi lond góðtaka álvarsligar sálarligar støður sum grundgevingar fyri umbønini um deyðshjálp, meðan umbønin hjá sjúklinginum í øðrum londum ikki má vera ávirkað av slíkum støðum. Summi lond loyva bert vaksnum sjúklingum at taka slíka avgerð, meðan onnur lond eisini loyva inntrivið fyri sjúklingar undir 18 ár. Um ein vil grundgeva fyri at loyva virknari deyðshjálp, er sostatt neyðugt at umhugsa júst hvussu hetta skal setast í verk.
Niðanfyri er ein stutt lýsing av teimum týdningarmiklastu hugtøkunum og grundgevingunum í kjakinum. Niðast á hesari síðuni er tilfar, har tú kanst lesa meira um evnið.
Virkin og óvirkin deyðshjálp
Ein vanligur skilnaður í kjakinum er tann millum virkna (aktiva) og sokallaða óvirkna (passiva) deyðshjálp. Óvirkin deyðshjálp fevnir um inntriv, sum eru vanlig innan palliativa økið. Eitt nú verður tað, at steðga ella ikki at seta í gongd lívsleingandi viðgerð, skilt sum átøk undir óvirknari deyðshjálp, og tað sama verður tað, at geva pínulinnandi til doyggjandi sjúklingar í nøgdum, har deyðin kann verða framskundaður. Definerandi fyri óvirknari deyðshjálp er, at inntrivini ikki hava deyðan sum endamáls, hóast deyðin kann vera ein ótilætlað avleiðing. Virkin deyðshjálp, hinvegin, fevnir um inntriv, sum hava til endamáls at enda lívið. Hetta kann henda við at eitt heilsustarvsfólk beinleiðis gevur eina deyðiliga innspræning, ella at heilivágur til endamálið verður útskrivaður, sum sjúklingurin sjálvur tekur. Hetta seinasta inntrivið – har sjúklingurin sjálvur tekur neyðuga heilivágin – er eisini kent sum ”assisterað sjálvmorð”, og verður hetta sostatt flokkað undir virknari deyðshjálp.
Hugtøkinini ”virkin” og ”óvirkin” deyðshjálp kunnu vera óheppin, tí tey tykast at sipa til, hvørt ein gerð verður framd ella ikki. Men tað, at sløkkja ein respirator ella at geva pínulinnandi í nøgdum, har deyðin kann vera framskundaður, eru virknar gerðir, hóast hesi inntriv fella undir óvirkna deyðshjálp. Harafturat kann orðið deyðshjálp vera óhóskandi. Tá talan er um óvirkna deyðshjálp, hava inntrivini ikki deyðan sum endamál, og eru tí ikki ein hjálp til at doyggja, sum orðið leggur upp til. Er talan hinvegin um virkna deyðshjálp, kann orðið ‘deyðshjálp’ tykjast ónevtralt, eftirsum ein grundleggjandi ósemja velst um, hvørt inntrivið er ein verulig hjálp, heldur enn ein forfjóning av trupulleikum. Hóast trupulleikar sostatt eru við heitunum virkin og óvirkin deyðshjálp, eru tað hesi sum eru mest nýtt í kjakinum.
Sambært føroysku revsilógini er virkin deyðshjálp revsiverd: Tað er ólógligt at taka lívið av einum øðrum persóni, eisini um hesin klárt og týðiliga hevur biðið um tað, og tað er eisini ólógligt at viðvirka til, at onkur tekur sítt egna lív. Óvirkin deyðshjálp, sum fevnd av palliatiónini, er tó ikki revsiverd, og er sum heild nógv minni kontroversiell enn virkin deyðshjálp. Eitt endamál við at nevna óvirkna deyðshjálp í kjakinum um virkna deyðshjálp er, at høvuðsorsøkin til at loyva óvirkna deyðshjálp, nevniliga at linna líðing, eisini er høvuðsorsøkin til, at summi vilja loyva virkna deyðshjálp. Tað hevur sostatt týdning at fyrihalda seg til spurningin um, hvørt har er ein etiskt relevantur munur millum virkna og óvirkna deyðshjálp.
Grundgevingar
Líðing
Fyri summi kann tilveran vera so merkt av líðing, at deyðin kann tykjast ein lætti. Tað er hendan eygbering sum liggur handan grundgevingini sum sigur, at virkin deyðshjálp kann vera etiskt ráðilig, undir ávísum umstøðum, tí hon minkar um líðing. Hóast grundgevingin um líðing í so máta er einføld, gerst tað alt fyri eitt meira torgreitt, tá ‘ávísar umstøður’ skulu lýsast og grundgevast nærri. Tað munnu vera fá sum av álvara halda, at ein hvør líðing til ein og hvørja tíð gera ein persón skikkaðan til at móttaka virkna deyðshjálp. Flestu forsprákarar fyri virknari deyðshjálp seta væl strangari treytir fyri, nær líðing kann gera tað viðkomandi at umhugsa virkna deyðshjálp, men sjónarmiðini eru ymisk. Summi avmarka viðkomandi umstøðurnar til tær, har ein doyggjandi sjúklingur hevur óberandi líðing, sum ikki í nóg góðan mun kann linnast av palliativari viðgerð ella á annan hátt, og har útlitini fyri bata eru sera smá. Onnur hava linari karmar, og krevja eitt nú ikki at líðingin skal vera tengd at deyðiligari sjúku. Felags fyri tey flestu er tó, at líðingin skal vera sera álvarsom, at talan ikki bert skal vera um eina fyribils støðu, og at aðrar hættir at minka um líðingina ikki gera nóg stóran mun. Etiska motivatiónin fyri at loyva virknari deyðshjálp út frá grundgevingum um líðing er sostatt tann hugburðurin, at tað viðhvørt er tann mest miskunnsama og umsorganarfulla hjálpin, sum kann bjóðast einum menniskja, sum líður.
Ein kann her vísa á, at palliativa økið er í støðugari menning, og at tann líðing, bæði kropslig og sálarlig, sum ofta er partur av álvarsamari sjúku, í flestu førunum kann linnast av palliativari viðgerð og røkt. Forsprákarar fyri virknari deyðshjálp kunnu her festa seg við orðavalið “í flestu førunum”, og vera við, at so leingi tað er ein veruleiki, at líðingin hjá øllum sjúklingum ikki altíð kann linnast í nøktandi mun, kann hendan eygbering bert grundgeva fyri, at virkin deyðshjálp ikki er viðkomandi fyri flestu sjúklingar. Forsprákarar fyri virknari deyðshjálp kunnu áhaldandi grundgeva fyri, at líðing, sum ikki kann linnast við øðrum hættum, eigur at gera virkna deyðshjálp til ein viðkomandi valmøguleika hjá í øllum førum summum sjúklingum.
Sjálvræði
Sjálvræði vísir til førleikarnar hjá menniskjum at taka avgerðir um sítt egna lív í samsvari við egin virðir. Menniskju eru ymisk, og hava ymisk virðir, raðfestingar, sannføringar, lívskor og sjónarmið. Hóast avgerðir hjá øðrum kunnu sýnast undranarsamar, er tað í einum frælsum samfelag ein meginregla, at menniskju hava rætt til at taka egnar avgerðir, so leingi hesar ikki gera seg inn á onnur. Virðingin fyri sjálvræði hjá vaksnum, avgerðarførum persónum er eitt av týdningarmestu meginreglunum í vesturlendskum heilsuetikki, og tað er hendan virðing sum liggur til grund fyri eitt nú rættinum at nokta læknafrøðiliga viðgerð, ella fyrstuhjálp við hjartasteðgi, eisini hóast ein slík avgerð kann stytta um lívið. Virðingin fyri sjálvræði strekkir seg tískil langt, og ofta eisini útum mørkini fyri, hvat kann metast av øðrum at vera til borgarans egna besta.
Grundgevingar fyri virknari deyðshjálp, sum grunda á sjálvræði, vísa á, at tá sjálvræði hevur so stóran týdning í lívinum, eigur tað at hava eins stóran týdning tá umræður lívsenda. Við øðrum orðum eigur virðingin fyri sjálvsavgerðarrættinum eisini at umfata eina sjálvstøðuga avgerð um at enda lívið áðrenn náttúrliga deyðan. Ein slík grundgeving fylgist tó ofta við grundgevingum um líðing, soleiðis at ein persónur við sjálvsavgerðarrætti, ið ynskir virkna deyðshjálp, eisini skal lúka treytir um t.d. óberandi líðing við lívsenda, áðrenn ynskið verður mett viðkomandi.
Sjálvsavgerðarrætturin verður tó vanliga avmarkaður av tí týdningarmikla atlitinum, at førleikarnar fyri sjálvræði kunnu stigbendast, og at tær ikki altíð eru so mikið til staðar, at allar avgerðir eiga at virðast av øðrum. Hetta atliti liggur ofta undir einari røð av grundgevingum ímóti virknari deyðshjálp, sum her savnast undir heitinum ‘viðbrekni’.
Viðbrekni
Tað verður vanliga viðurkent, at førleikar fyri sjálvræði kunnu vera til staðar í størri og minni mun, og at teir kunnu verða avmarkaðir av bæði innara og uttara umstøðum. Fyri at ein avgerð kann sigast at verða grundað á sjálvræði í nøktandi mun til, at onnur hava skyldu til at virða avgerðina, verður vanliga sett sum treyt, at persónurin er passaliga kunnaður um viðkomandi viðurskifti, hevur nøktandi kognitivar førleikar, og at avgerðin er sjálvboðin. Innara viðurskiftir kunnu sostatt avmarka sjálvræðisførleikar, um ein persónur t.d. ikki er førur fyri at skilja umstøður ella avleiðingar, ella á annan hátt ikki er nóg førur fyri at vara um egin áhugamál. Av hesum áðum verður vanliga mett, at eitt nú børn, persónar við framkomnum demenssjúkum ella persónar, ið eru sera ávirkað av t.d. rúsandi evnum ella psykosum, ikki kunnu taka týðandi ella løgfrøðiligt bindandi avgerðir. Somuleiðis kunnu sjálvræðisførleikar avmarkast av uttanhýsis umstøðum sum t.d. tvingsli, trýsti, ella hóttanum. Um ein persónur verður hóttur til at taka eina ávísa avgerð, verður hendan avgerð sostatt ikki mett at verða grundað á veruligt sjálvræði.
Tað eru slíkar avmarkingarnar fyri sjálvræði sum spæla høvuðsleiklutin í grundgevingum um sárbari. Tankin er, at persónar, sum umbiðja virkna deyðshjálp, eru í einari sera viðbreknari støðu – annars høvdu tey ikki biðið um hjálp til at doyggja – og at viðbrekna støðan kan gera tað ivasamt, hvørt avgerðin um at biðja um deyðshjálp í nøktandi mun er grundað á sjálvræði. Stúranin er eitt nú, at persónurin kann undirmeta vónirnar um bata, at stór líðing kann ávirka kognitivu avgerðarførleikarnar, ella at hugmyndin av at liggja øðrum til last kann virka sum eitt óhóskandi trýst. Spurningurin er, við øðrum orðum, um veruligt sjálvræði kann vera til staðar í nóg stóran mun til at taka eina so stóra avgerð sum at enda lívið í teimum sváru og pínufullu umstøðunum, sum ofta mynda álvarsama sjúku. Harumframt er tað ein praktisk avbjóðing, at tað kann vera ómetaliga torført hjá øðrum at meta um, hvørt ein umbøn um virkna deyðshjálp er nóg sjálvstøðug, til at tað er etiskt ráðiligt at virða hana.
Í eini roynd at tryggja, at talan veruliga er um eitt støðugt og gjøgnumhugsað ynski, hava summi lond eitt nú sett sum treyt, at ein umbøn um deyðshjálp skal verða framsett fleiri ferðir innan fyri eitt ávíst tíðarskeið, og sjúklingurin, sum skal vera avgerðarførur, skal kunna vátta, at umbønin er sjálvboðin. Tað er tó ein støðugur spurningur, um slíkar treytir kunnu tryggja, at ein umbøn um deyðshjálp er grundað á veruligum sjálvræði.
Lívsins friðhalgan
Grundgevingar ímóti virknari deyðshjálp byggja eisini ofta á eitt annað meira heimspekiligt ella átrúnaðarligt hugtak, nevniliga lívsins friðhalgan. Tankin er, at menniskjalívið hevur eitt treytaleyst og ómissandi virði, sum ikki kann ávirkast av hvørki sjálvsavgerðarrætti, ella hvussu einstaklingurin uppfatar sína egnu lívsgóðsku. At útinna virkna deyðshjálp er at enda eitt menniskjalív við vilja, og sambært hesum sjónarmiðinum stríðir hetta ímóti grundleggjandi etiskum normum viðvíkjandi rættin til lív og skylduna til ikki at taka lív.
Grundgevingar, sum snúgva seg um lívsins friðhalgan, kunnu orðast á ymiskan hátt. Onkur vil vera við, at deyðshjálp er ein avnoktan av grundleggjandi menniskjaligum treytum: at lívið er okkum givið og einaferð endar av sær sjálvum, og at vit ikki eiga at taka ræðið av hesari náttúrligu skipan. Onkur annar kann leggja dent á munin millum deyðshjálp og sjálvmorð og grundgeva fyri, at deyðshjálp ger seg inn á moralsku skyldina hjá tí einstaka ikki at taka lív hjá øðrum. Forsprákarir fyri virknari deyðshjálp kunnu her mótmæla, og siga at virkin deyðshjálp, undir ávísum treytum, ikki er ein vanvirðing fyri menniskjalívinum, men tvørturímóti er eitt tekin um virðing fyri tí einstaka menniskjanum, sum líðir og sjálvt ynskir at sleppa herfrá, tá aðrir møguleikar fyri at hjálpa tí eru troyttir, og eingi útlit eru fyri bata. Somuleiðis kunnu tey halda, at etiska skyldan til ikki at taka lív er grundað á eina skyldu til ikki at skaða onnur. Man kann sostatt grundgeva fyri, at virkin deyðshjálp ikki er eitt brot á eina etiska skyldu, um deyðin í einstøkum førum ikki telist sum ein skaði – um tað er væl grundað at ein persónur livir í óbøtiligari líðing og sjálvur ynskir at sleppa herfrá, til dømis.
Spurningar um lívsins friðhalgan í samband við virknari deyðshjálp eru áhaldandi í heimspekini og átrúnaði, og snúgva seg oftast um moralska týdningin av sjálvari gerðini óheft av avleiðingunum. Ein triðja grundgeving um lívsins friðhalgan setur tó sjóneykuna á møguligar avleiðingar og ávarar um vandan fyri einari etiskt óráðiligari glíðibreyt. Grundgevingin er, at virkin deyðshjálp kann seta sjálvt grundarlagið fyri samfelagsins virðing fyri menniskjalívinum í vanda við at góðtaka ella normalisera hugmyndina um, at summi lív ikki eru verd at liva. Stúranin er, at hetta so líðandi kann vikna um markið millum at hjálpa og at taka lív, og kann máa undan meginregluni í heilsuverkinum um at øll menniskjalív skulu stuðlast og varðveitast so væl sum til ber.
Glíðibreytin
Vandin fyri einari glíðubreyt er ivaleyst tann mest umtalaða keldan til fyrivarni mótvegis virknari deyðshjálp. Grundgevingin er í høvuðsheitum tann, at hóast virkin deyðshjálp møguliga kundi verða loyvd undir skilagóðum kørmum í fyrstuni, fara hesir karmar neyðturviliga at linkast so við og við, inntil støðan at enda verður etiskt óráðilig. Av hesari orsøk, er grundgevingin, er rættast ikki at taka fyrsta stigið.
Ymsar breytir eru, sum upprunaliga støðan kann glíða niður eftir. Ofta verður víst á, at talið av fólkum, sum móttaka virkna deyðshjálp í londum har tað er loyvt, er vorið hægri og hægri við árunum. Eitt nú er talið í Belgia voksið frá 236 í 2003 til 3423 í 2023 [1] meðan talið í Hollandi vaks við heilum 10 prosentum millum 2023 og 2024 [2]. Spurningurin er, hvørt hesin vøksturin í sær sjálvum er tekin um eina etiskt trupla glíðibreyt, ella um hann er ein náttúrlig avleiðing av eitt nú demografiskum broytingum, longri livialdri og hægri útbreiðslu av sjúku. Vaksandi talið á teimum, sum fáa virkna deyðshjálp, er sostatt ikki ein grundgeving í sær sjálvum, men tað kann vera ein greið ábending um, at etiskir trupulleikar eru til staðar.
Ein ótti er, at karmarnar fyri, hvørjir persónar kunnu fáa atgongd til virkna deyðshjálp, verða linari, soleiðis at treytirnar til endans kunnu loyva nógv fleiri fólkum framat, enn upprunaliga ætlað. Slíkar karmar kunnu víðkast bæði løgfrøðiliga við at lógarkarmarnar vera linari sum frá líður, ella tær kunnu víðkast í praksis við at lógarkarmarnir ikki vera virdir ella vera tulkaðir linari enn upprunaliga ætlað. Eitt nú broyttist lóggávan í Belgia í 2014 fyri at taka burtur niðara aldursmarkið soleiðis, at eisini ómyndig børn og ung kunnu umbiða virkna deyðshjálp undir ávísum treytum, herundir at tey líða av einari deyðiligari sjúku við óbøtiligari, fysiskari líðing [3]. Somuleiðis broyttist lóggávan í Kanada í 2021 soleiðis, at virkin deyðshjálp nú kann loyvast fyri persónar, sum ikki eru doyggjandi [4].
Ein annar ótti er, at vanliga treytin, at ein umbøn um virkna deyðshjálp skal verða grundað á sjálvræði, kann gerast minni týðandi ella strang, og sostatt kann skapa eina støðu, har virkin deyðshjálp verður útint fyri børnum, fyri vaksnum uttan nøktandi avgerðarførleikar, ella í ringasta førið fyri persónum, sum ikki sjálvi hava biðið um tað. Í londum, sum loyva virknari deyðshjálp fyri sjúklingum sum líða av eitt nú framkomnum demenssjúkum ella álvarsligum sálarsjúkum, kunnu torførar og vandamiklar støður skjótt standast av, at evnini til sjálvræði hjá sjúklingunum eru ivasom. Av og á hoyrast dømi um slíkar støður, sum sýnast at stuðla óttanum fyri slíkari glíðibreyt [5] [6].
Ein triði ótti er, at einstaklingar kunnu kenna seg trýstir, beinleiðis ella óbeinleiðis, til at umbiða virkna deyðshjálp av eitt nú avvarandi, heilsustarvsfólkum ella samfelagnum sum heild. Stúranin er, at eitt slíkt trýst kann standast av metingum hjá øðrum um, hvør lívsgóðska kann góðtakast, ella hvørji lív eru verd at liva. Ein stúran er eisini fyri, at sjúklingar kunnu kenna eitt innara trýst til biða um deyðshjálp grundað á eina kenslu av at liggja øðrum til last. Á henda hátt kann upprunaliga endamálið við at loyva virknari deyðshjálp, nevniliga at linna líðing og verja sjálvsavgerðarrættin, verða undirgrivið til frama fyri eina líðandi normalisering av deyðshjálp sum ein loysn uppá truplar, menniskjaligar lívsstøður. Í øllum lóggávum, sum loyva virkna deyðshjálp, er tað ein treyt, at ein umbøn um deyðshjálp skal vera eitt sjálvboðið ynski hjá sjúklinginum, og at umbønin ikki má vera ein avleiðing av trýsti ella tvingsli. Tað kann tó vera trupult at eftirkanna, hvørt slíkar treytir í veruleikanum eru loknar. Stúranin er tí, at viðkomandi orðingar í lóggávum ongantíð kunnu verja sjúklingar móti veruligum ella upplivaðum uttanhýsis trýsti í nóg stóran mun. Tá talan er um upplivingina av at vera ein byrða fyri avvarandi, vísa tøl frá øðrum londum, at hendan upplivingin er til staðar hjá nógvum sjúklingum. Eitt nú vóru 35.3% av teimum, sum fingu játtað umbøn um virkna deyðshjálp í Kanada, sum søgdu kensluna at vera ein byrða fyri avvarandi vera ein av keldunum til ta líðing, sum grundaði umbønina [7]. Í Oregon í USA eyðkendi hendan upplivingin 42% av teimum, sum fingu umbønina játtaða [8].
Ein fjórði ótti er, at við at loyva virknari deyðshjálp, undirgravast motivatiónin fyri at granska í og betra um eitt nú palliativa viðgerð, og tað kann gerast verri at fáa politiskar skipanir at raðfesta dýrari viðgerðir framum bíligari deyðshjálp. Eingin klár tekin eru tó um, at møguleikin fyri virknari deyðshjálp virkar fyri, at aðrar viðgerðir verða niðurraðfestar í londum, har virkin deyðshjálp er loyvd. Hinvegin er hetta torført at staðfesta nærri. Ein orsøk er, at tað krevur eina samanbering við, hvussu viðgerðarmøguleikarnir høvdu sæð út, um virkin deyðshjálp ikki hevði verið ein møguleiki, og slíkar kontrafaktuellar samanberingar eru ringar at gera neyvar metingar um. Ein onnur orsøk er, at læknafrøðilig framstig í stóran mun mennast av millumtjóða samstørvum, og av tí at virkin deyðshjálp ikki er loyvd í flestu londum, kann hendan møguliga glíðibreytin ikki hava tað heilt stóru ávirkanina á altjóða granskingarumhvørvið.
Stúranin fyri glíðibreytir sum heild er ikki einføld at handfara. Sum lýst omanfyri síggjast dømir frá veruleikanum, sum kunnu tulkast sum prógv fyri, at glíðibreytir longu eru í gongd. Ein týdningarmikil spurningur er, um ein etisk trupul glíðibreyt neyðturviliga fer í gongd, um virkin deyðshjálp verður loyvd, ella um tað er gjørligt at forða fyri við eitt nú góðari lóggávu og munagóðum eftirliti.
Tilfar frá Etiska ráðnum
Etiska ráðið skipaði fyri ráðstevnu um virkna deyðshjálp 22. apríl 2026
Tilfar frá øðrum
Det Etiske Råd (Danmark): Aktiv dødshjælp og døende
Statens Medicinsk-Etiska Råd (Svøríki): Dödshjälp
Etene (Finland): Human dignity, hospice care and euthanasia
ES-tingið: Yvirlit yvir lóggávur í ES londum
Keldur
[2] Regional Euthanasia Review Committees (2025): Annual Report 2024.
[3] Van de Walle JP (2017): Euthanasia of minors in Belgium. European Institute of Bioethics.
[5] Mortimer C (2019): Dutch doctor cleared over euthanasia of women with dementia. EuroNews.
[7] Health Canada (2023): Fourth Annual Report on Medical Assistance in Dying in Canada 2022.
[8] Oregon Health Authority (2025): 2024 Oregon Death with Dignity Act Data Summary