Covid-19.
COVID-19 hevur veruliga sett etikk á dagsskranna. Í kjalarvørrinum av smittuni, stinga seg upp truplar etiskar tvístøður og ivamál, við eini ferð og í so stórum tali, at vit núlivandi hava ongi fordømi at líta aftur á, tá ið støða skal takast til, hvat rættast er at gera.
Etikkur og etisk viðgerð krevur vanliga góða tíð til umhugsan og grundan. Hetta ger, at tað sjáldan ber til at siga eintýtt og í eini handavend, hvat rættast er at gera í einari etiskt truplari støðu sum hesari. Støðan í dag kann verða grundleggjandi broytt í morgin.
Vit kunnu tó vísa til etiskar meginreglur, sum verdar eru at geva ans, tá ein er í einari støðu, sum krevur, at etiskt truplar avgerðir skulu takast, sum tá alheims smittusjúkur sum COVID-19 gera um seg.
Á hesi evnissíðuni savna vit tilfar og tilvísingar til tilfar av ymsum slag um etikk og COVID-19, bæði heima og úti.
Tilfar frá Etiska ráðnum
Viðkomandi etiskar meginreglur (brot úr útgávu)
Etiska ráðið og WHO, 2020
Leiðreglur fyri etiska handfaring av smittusjúkum
Etiska ráðið og WHO, 2020
Koronutiltøkini og tey gomlu á røktarheimunum - ein áheitan
Etiska ráðið, 2020
Tilfar frá øðrum
COVID-19 og etik
Det Etiske Råd (Danmark)
Ethics and COVID-19
World Health Organization (WHO)
COVID-19 - ethical issues. A guidance note
British Medical Association (BMA), England
COVID-19 rapid guideline: Managing COVID-19 (vegleiðing)
The National Institute for Health and Care Excellence (NICE), England
Tilfar í miðlum
Etos, 14. juni 2020: Áðrenn og aftan á koronu
Dagur og vika, 26. februar 2021: Koppseting og koronupass
Góðan morgun Føroyar, 12. mars 2021: Fyrsta árið við koronu