Poddvarpsrøð um etikk.
Í samstarvi við NÁM hevur Etiska ráðið framleitt eina poddvarpsrøð í fyribils seks pørtum, har Jógvan D. Hansen og Arni Zachariassen, báðir limir í Etiska ráðnum, skifta orð um etikk. Poddarnir eru í miðal 14 minuttir til longdar, og eru serliga ætlaðir miðnámsskúlanæmingum.
Partarnir snúgva seg um:
- Pliktetikk
- Konsekvensetikk
- Dygdaretikk
- Vitlíki
- Umhvørvið
- Kynsskifti
Allir partarnir kunnu síggjast her -->