Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um Etiska ráðið /
Búmerkið

Búmerkið.

Búmerkið ímyndar 3 rundingar, sum eru settir saman til eitt livandi skap, sum hvílir í sær sjálvum. Rundingarnir eru sambundnir og kunnu mala og førka seg í mun til hvønn annan.

Hvar byrjar tann eini og hvar endar hin?

Búmerkið vekir ávíst forvitni og umhugsni.

Talið 3 umboðar ávísa rútmu 1 – 2 – 3, lívsins rútma.

  • Byrjan – miðja – endi.
  • Skapan – lív – deyði.
  • Fortíð – nútíð – framtíð.

Etiska ráðið viðger evnir, har tað sum oftast ikki eru eintýtt svar og har evnir kunnu síggjast úr ymsum sjónarhornum.

Soleiðis ímyndar búmerkið arbeiðið hjá Etiska ráðnum.