Um Etiska ráðið.
Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Harumframt hevur ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum, og at vera við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum. Etiska ráðið er óheft í sínum virki.
Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Núverandi ráðslimir kunnu síggjast her.
Etiska ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum, og tekur av egnum ávum til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til virkisøkið ráðsins.