Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tiltøk / Ráðstevnur og kjakfundir /
Virkin deyðshjálp

Virkin deyðshjálp.

Ráðstevna í Løkshøll 22. april 2026

Virkin deyðshjálp í Føroyum?

Endamálið við ráðstevnuni var at varpa ljós á nakrar av kjarnuspurningunum, sum knýta seg til virkna deyðshjálp. Í løtuni er virkin deyðshjálp revsiverd í Føroyum, sambært § 239 og 240 í revsilógini. Tó er sokallað passiv deyðshjálp, sum fevnir um ikki at seta í verk lívsleingjandi viðgerð, ella at geva pínulinnan sum kann framskunda deyðan, ikki revsiverd.

Seinastu árini er virkin deyðshjálp – í ymiskum skapum og undir ávísum treytum - vorðin ein møguleiki í fleiri londum í vesturheiminum. Fyrst í Hollandi og Belgia í 2002, og nú teljast m.a. Kanada (2016), Spania (2021), Ný Sæland (2021), Eysturríki (2022) og fleiri statir í USA eisini uppí. Í grannalondum okkara verður evnið viðgjørt við jøvnum millumbilum, og eitt nú hevur danska stjórnin í heyst sett niður ein arbeiðsbólk at kanna og viðgera møguleikarnar fyri virknari deyðshjálp í Danmark.

Í hesum rákinum er tað týdningarmikið, at føroyingar eru førir fyri at viðgera hetta álvarsama og torføra málið á upplýstum grundarlagi. Yvirskipaði spurningurin til ráðstevnuna var sostatt: Hvørji atlit hava týdning, um støða skal takast til, um virkin deyðshjálp skal gerast ein møguleiki í Føroyum?

Tað vóru Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar sum í felag skipaðu í felag fyri ráðstevnuni.

Skrá

Kl. 09.00: Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum, bjóðar vælkomin

Kl. 09.10: Landstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, setur ráðstevnuna

Kl. 09.20: Hansina Mikkelsen, palliatiónssjúkrarøktarfrøðingur

Kl. 09.50: Marita av Steinum, serlækni í lungnasjúkum

Kl. 10.20: Steðgur

Kl. 10.40: Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum

Kl. 11.10: Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum

Kl. 11.40: Miðmáli

Kl. 12.30: Gitte Klein, sálarfrøðingur

Kl. 13.00: Jógvan D. Hansen, námslektari í heimspeki

Kl. 13.30: Steðgur

Kl. 13.50: Jens Wang, løgfrøðingur

Kl. 14.20: Arni Zachariassen, guðfrøðingur

Kl. 14.50: Liljan Petersen, forkvinna í Siðsemisnevndini hjá sálarfrøðingunum, takkar fyri í dag

Miðlaumrøða

Vikan, 18. apríl 2026: Vikan

Breddin, 23. apríl 2026: Virkin deyðshjálp

Morgunsendingin í KVF, 20. apríl 2026: Ráðstevna um virkna deyðshjálp

Frihedsbrevet, 25. apríl 2026: Tá ið deyðin er endamálið — Reportasja frá einari ráðstevnu um virkna deyðshjálp

Framløgur