Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tiltøk / Ráðstevnur og kjakfundir /
Gentøkni og genomkanningar

Gentøkni og genomkanningar.

Almennur kjakfundur á miðnámsskúlanum í Suðuroy 8. november 2020

Gentøkni og genomkanningar

Endamálið við tiltakinum var at menna kjakið um etiskar spurningar, sum knýta seg at gransking í og nýtslu av gentøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.

Stóru frambrotini innan gentøkni seinastu árini krevja, at vit í dag og næstu tíðina skulu viðgera og taka støðu til stórar etiskar spurningar, sum ikki áður hava verið á breddanum. Skulu vit til dømis hava alt at vita um hvørjar arvaligar sjúkur, vit eru berarar av? Hvussu handfara vit sum einstøk, granskarar og samfelag vitanina, sum vit kunnu fáa? Hava vit skyldu til at taka støðu og virka út frá nýggju vitanini? Hvør skal hava atgongd til upplýsingar um okkara ílegur og arvaeginleikar?

Skrá

Kl. 14.30: Vælkoma. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, forkvinna í Etiska ráðnum

Kl. 14.40: Etikkur og genetikkur. Marjun Bæk, prestur emer., limur í Etiska ráðnum

Kl. 14.55: Genomkanningar í Føroyum. Noomi O. Gregersen, PhD í mýlskari lívfrøði, verkætlanarleiðari fyri FarGen

Kl. 15.10: Gentøkni og etiskar avbjóðingar: Vi kan gjøre det, men bør vi gjøre det? Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlskari lívfrøði, Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya

Kl. 15.25: Spæla vit Guð, tá vit broyta okkara byggisteinar? Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, limur í Etiska ráðnum

Kl. 15.40: Pallborðsorðaskifti, spurningar og kjak

Kl. 16.20: Samanumtøka. Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í Etiska ráðnum

Kl. 16.30: Liðugt

Orðstýrari: Jógvan Dahl, fyrrverandi lærari og varaskúlastjóri á Skúlanum á Fløtum

Framløgur