Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tiltøk / Ráðstevnur og kjakfundir /
Talgilding í heilsuverkinum

Talgilding í heilsuverkinum.

Almennur kjakfundur í Smæruni 28. november 2018

Leidd og eygleidd

Endamálið við kjakfundinum var at lýsa, hvørjar etiskar spurningar, talgilding í heilsuverkinum kann hava.

  • Hvar gongur markið millum at vera leidd og eygleidd, tá tað snýr seg um talgildar heilsuupplýsingar um teg sum persón?
  • Ynskja vit at ávirka hvar markið gongur?
  • Skulu vit sjálvi siga frá?
  • ella taka onnur ábyrgd okkara vegna?

Hesir spurningar verða endavendir á kjakfundinum.

Fundurin varð skipaður so, at fyrst vóru fleiri upplegg. Hesi vóru um, hvussu Talgildu Føroyar hevur hugsað um menniskjaliga aspektið við at flyta seg til talgildar loysnir, um hvørjar upplýsingar, tað almenna, og herundir heilsuverkið, kann skráseta um hvønn einstakan, og hvussu upplýsingarnar verða vardar, um hørjir tankar sjúklingar og avvarðandi hava um tær upplýsingar, sum heilsuverkið hevur um tey, um hvussu vit tryggja okkum, at upplýsingarnar vera nýttar rætt og ikki misnýttar, og um talgilding, lýst úr einum etiskum sjónarhorni.

Skrá

Kl. 19.00: Vælkomin. Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum

Kl. 19.05: Tankar um menniskjaliga aspektið við at flyta seg yvir á talgildar loysnir. Nicolai M. Balle, stjóri, Talgildu Føroyar

Kl. 19.15,: Hvørjar upplýsingar kann tað almenna skráseta um meg og hvussu vera upplýsingarnar vardar? Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Løgmansskrivstovan

Kl. 19.25: Hvat ynski eg at mínar upplýsingar kunnu brúkast til í heilsuverkinum? Sigrun Mohr, farmakonom og fyrrv.forkvinna í Alzheimersfelagnum

Kl. 19.40: Hvussu skal eg tryggja mær, at mínar upplýsingar vera nýttar rætt og ikki misnýttar? Eilev Sivertsen, KT grannskoðari

Kl. 19.50: Talgilding úr einum etiskum sjónarhorni. Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki

Kl. 20.00: Spurningar og orðaskifti. Í panelinum eru: Nicolai M. Balle, Jógvan S. Samuelsen, Sigrun Mohr, Eilev Sivertsen og Jógvan D. Hansen.

Kl. 20.50: Samanumtøka. Hildur við Høgadalsá, forkvinna.

Kl. 21.00: Liðugt

Orðstýrari: Óluva Zachariasen, journalistur. 

Tankar um menniskjaliga aspektið við at flyta seg yvir á talgildar loysnir

Nicolai Mohr Balle, stjóri, Talgildu Føroyar

Hvørjar upplýsingar kann tað almenna skráseta um meg og hvussu vera upplýsingarnar vardar?

Eyðhild Skaalum: stjóri, Dátueftirlitið

Hvat ynski eg at mínar upplýsingar kunnu brúkast til í heilsuverkinum?

Sigrun Mohr: famakonom og fyrrverandi forkvinna í Alzheimersfelagnum