Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tiltøk / Etiskar kvøldsetur /
Etikkur og náttúran

Etikkur og náttúran.

Fyrsta týsdag í hvørjum mánaði í vetrarhálvuni bjóðar Etiska ráðið til etiska kvøldsetu í KFUK-húsinum. Týskvøldið 1. desembur kl. 19 verður evnið náttúruetikkur.

Á hvønn hátt kunnu menniskju sigast at hava moralska ábyrgd fyri náttúruni? Hevur náttúran eitt virði í sjálvum sær, ella er virðið treytað av, hvat vit kunnu fáa burturúr henni? Hvørjir etiskir spurningar taka seg upp, tá ið náttúruvernd og menniskjalig áhugamál bresta saman?

Við støði í nýggju bók síni "Trækrúnulívæðrin – um stríðið við náttúruna" fer Magnus Gaard, lívfrøðingur, at hugleiða um náttúrufatan og teir etisku spurningarnar, sum knýta seg at sambandinum millum menniskju og náttúru. Eftir framløguna verður samrøða millum Magnus og Jógvan D. Hansen, námslektara í heimspeki. Høvið verður at seta spurningar og taka lut í samrøðuni.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.