Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tiltøk / Ráðstevnur og kjakfundir /
Fosturdiagnostikkur

Fosturdiagnostikkur.

Almennur kjakfundur í Norðurlandahúsinum 22. mai 2019

Fosturdiagnostikkur - vilja vit vita ella ikki vita?

Endamálið við kjakfundinum var at lýsa, hvørjar etiskar spurningar fosturdiagnostikkur kann hava.

Menningin innan fosturdiagnostikk gongur við rúkandi ferð, og tøknin ber í sær, at vitanin økist alt meira. Umráðandi er at dvølja við støðuna og spyrja, hvar markið gongur fyri hvørjar kanningar, vit vilja gera, og hvussu vit handfara alla vitanina, vit kunnu fáa.

Fosturdiagnostikkur verður alt meira vanligur, og kvinnur við barn hava møguleika at fáa vitan um heilsustøðuna hjá fostrinum, langt áðrenn barnið verður føtt. Í Føroyum fáa allar kvinnur tilboð um gjøgnumskanning í viku 18-20, og kvinnur, sum eru 35 ár og eldri, fáa tilboð um fosturdiagnostikk.

Fosturdiagnostikkur kann føra við sær nógvar torførar etiskar spurningar, sum t.d. hvat er tað eg vil vita, hvat geri eg, um fostrið hevur eitthvørt frávik, hvat um tað hevur álvarsliga sjúku, ella vil eg bara tryggja mær, at eg fái eitt barn, sum ikki feilar nakað?

Skrá

Kl. 19.30: Fosturdiagnostikkur – vilja vit vita ella ikki vita? Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum.

Kl. 19.40: Um fosturdiagnostikk í Føroyum í dag. Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum og limur í Etiska ráðnum.

Kl. 19.50: Genetisk skreening av arvaligum sjúkum i Føroyum – hvørja vitan hava vit? Fróði Joensen, yvirlækni á Barnadeildini.

Kl. 20.10: Hvørjar etiskar tvístøður kunnu standast av fosturdiagnostikki? Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum.

Kl. 20.35: Spurningar og orðaskifti.

Kl. 21.25: Samanumtøka. Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum.

Í panelinum vóru Hildur við Høgadalsá, Ann Danielsen, Fróði Joensen og Jógvan D. Hansen.

Orðstýrari var Óluva Zachariasen, journalistur.

Framløgur