Hjartastartarar á bústovnum fyri eldri.
Almennur kjakfundur í Spaniastovu í Klaksvík 6. mars 2019
Tvístøðan á bróstinum
Endamálið við tiltakinum var at lýsa etiskar tvístøður, sum hjartastartarar kunnu hava. Serliga varð ljós varpað á umstøðurnar hjá eldri borgarum á bústovnum.
Eiga vit sum eldri búfólk sjálvi at gera av, um hjartastartari skal brúkast, um vit hava tað fyri neyðini ella eru tað onnur, sum taka avgerð okkara vegna? Eigur tað at vera møguleiki at frávelja hjartastartara? Ella er tað at rokna sum natúrligt, at tá hjartastartari er tøkur, verður hann nýttur í øllum førum?
Skrá
Kl. 19.00: Spaniastova bjóðar vælkomin.
Kl. 19.05: Um Etiska ráðið. Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum.
Kl. 19.15: Um vit fáa hjartasteðg á eldir árum, vilja vit tá sjálvi taka avgerð um, hvørt hjartastartari skal brúkast, at fáa lív í okkum aftur ella skulu tey, har vit búgva, taka hesa avgerð? Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum.
Kl. 19.30: Heilsa, trygd og umhvørvi, (HTU) í kommunalum viðurskiftum við atliti at hjartastartarum og fyrstuhjálp. Hvussu veita kommunur borgarum á bústovnum bestu umstøður? Jákup H. Foldbo, ráðslimur og trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu.
Kl. 19.45: Steðgur
Kl. 20.05: Orðaskifti og spurningar. Hildur við Høgadalsá, Jákup H. Foldbo og Arnhold Jensen.
Kl. 21.00: Liðugt
Orðstýrari: Rani Nolsøe.
Les meira um hjartastartarar og og sí tilmæli frá Etiska ráðnum her.