Etikkur og kríggj.
Mynd: Alen Bešlija
Fyrsta týsdag í hvørjum mánaði í vetrarhálvuni, bjóðar Etiska ráðið til etiska kvøldsetu í KFUK-húsinum. Týskvøldið 3. novembur kl. 19 fer tað at snúgva seg um kríggsetikk.
Kann tað nakrantíð vera rætt ella rættvíst at fara í kríggj? Hvørjar reglur eiga at vera galdandi undir krígsførslu, og hvørjar etiskar skyldur hava partarnir, tá ið kríggið er av? Ber yvirhøvur til at seta etisk mørk í einari støðu, har vanligu etisku mørkini longu eru brotin?
Jógvan D. Hansen, námslektari, fer at greiða frá grunnleggjandi tankunum í kríggsetikki. Eftir framløguna verður samrøða millum Jógvan og Arna Zachariasen, guðfrøðing. Høvið verður at seta spurningar og taka lut í samrøðuni.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.