Búmerkið hjá felagnum
Heim / Savn / Farin tiltøk /
Raðfestingar í almennum heilsutilboðum

Raðfestingar í almennum heilsutilboðum.

Ráðstevna í Norðurlandahúsinum 8. septembur 2025

Raðfestingar í almennum heilsutilboðum: Hvat er rætt og rættvíst at gera?

Í einum vælferðarsamfelagi við avmarkaðum tilfeingi er tað avgerandi, at raðfestingar av almennum heilsutilboðum verða grundaðar á greiðar og etiskt haldførar meginreglur. Í londunum rundan um okkum hevur kjak um raðfestingar staðið á dagsskrá í fleiri áratíggju, men í Føroyum hevur evnið higartil fingið lítla ella onga rúmd, og vit hava hvørki felags tilmæli ella leiðreglur fyri, hvussu raðfestingar í heilsutilboðum skulu gerast. Tá vit ikki hava innlit í, hvussu raðfest verður, kunnu vit heldur ikki meta um, hvørt útbýtið av heilsutilfeingi fer fram á ein hátt, sum livir upp til tey virðir og rættvísiskrøv, vit annars seta í einum demokratiskum samfelagi. Við ráðstevnuni ynskja vit at seta gongd á eitt opið og uppbyggjandi orðaskifti um raðfestingar og etiskar avbjóðingar á heilsuøkinum við serligum atliti til føroyska samfelagið.

Tað eru Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar sum í felag skipaðu fyri ráðstevnuni. Ráðstevnan var stuðlað av Betri Stuðul.

Skrá

Kl. 13.00: Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum, bjóðar vælkomin
Kl. 13.10: Kjeld Møller Pedersen: Prioriteringer i Danmark, England og Norge
Kl. 13.55: Jógvan D. Hansen: Um rættvísishugtakið
Kl. 14.15: Kaffisteðgur
Kl. 14.30: Sirið Stenberg: Raðfestingar í heilsuverkinum.
Kl. 14.50: Hjørdis Mortensen: Raðfestingar á vælferðarøkinum – etiskar hugleiðingar.
Kl. 15.10: Pál Weihe: Raðfestingar í heilsutilboðum innan almenna geiran
Kl. 15.30: Pallborðsorðaskifti. Jana Mortensen, forkvinna í Sjúkrarøktaretiska ráðnum, leiðir.
Kl. 15.55 Takk fyri í dag

Framløgur