Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tiltøk / Ráðstevnur og kjakfundir /
Fosturtøka

Fosturtøka.

Ráðstevna í Skúlanum við Løgmannabreyt 19. apríl 2023

Fosturtøka og etisk atlit

Endamálið við ráðstevnuni var at hyggja at argumentum fyri og ímóti fosturtøku. Vónin var at ráðstevnan kundi vera við at gera, so fólk skilja argumentini á báðum síðum, og kann vera eitt íkast til at kjakið um fosturtøku er minni merkt av polarisering.

Skrá

Kl. 19:00: Vælkoma. Bergur Debes Joensen, prestur, formaður í Etiska ráðnum

Kl. 19:05: Framløga um fosturtøku í Føroyum. Turið Hermansdóttir, ph.d. í fólkalívsfrøði

Kl. 19:25: Argument fyri og ímóti fosturtøku. Arni Zachariassen og Súsanna Mortensen, limir í Etiska ráðnum

Kl. 19:40: Steðgur

Kl. 20:00: Pallborðskjak. Bjørt Lind, Bjørk Tyril Sadembou, Noomi Gregersen og Pætur Weihe Simonsen

Kl. 20.50: Sofaprát. Armgarð Arge og Jógvan D. Hansen 

Kl. 21.10: Takk fyri í dag. Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum

Orðstýrari: Óluva Zachariassen

Miðlaumrøður

Ráðstevnan var umrødd í Fríggjadagspanelinum 21. apríl 2023.

Framløgur