Tvingsilslógin.
Eyka etisk kvøldseta hildin í KFUK-húsinum 7. apríl 2026
Etisku kvøldseturnar vóru í roynd og veru liðnar á hesum sinni. Kortini bjóðaði Etiska ráðið, saman við Sjúkrarøktaretiska ráðnum, til enn eina seinastu etiska kvøldsetu um tvingsilslógina.
Ávaringar- og peilingarskipanir kunnu hava stórt virðið fyri bæði búfólk og starvsfólk á ellis- og røktarheimum. Eitt nú kunnu GPS-skipanir og hurða- og rørsluvarnarar lætta um arbeiðið hjá starvsfólkum, samstundis sum tað kann økja um trygdina hjá búfólkum. Í Føroyum er slík tøkni fevnd av tvingsilslógini, tí hon verður mett sum eitt inntriv í frælsi hjá borgarum. Hetta ber tó við sær, at nýtslan av slíkari tøkni kann vera umstendilig og tung at umsita, og loyvi skal søkjast frá mynduleikum fyri hvørt búfólk.
Hevði tað verið skynsamt at broytt lógina, soleiðis at ávaringar- og peilingarskipanir ikki longur eru fevnd av tvingsilslógini? Kann hetta gerast, samstundis sum at frælsi, sjálvsræði og rætturin til privatlív hjá eitt nú fólkum við demenssjúkum verða vard best gjørligt?
Kári Davidsen, advokatur, greiddi frá løgfrøðiligu støðuni í Føroyum, og hví lógin kann tykjast ov stirvin.
Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimersfelagnum, greiddi frá, hví Alzheimersfelagið mælir til at tvingsilslógin verður dagførd og nútímansgjørd, so tað verður einfaldari at nýta trygdartøkni, so sum ávaringarskipanir og peiliskipanir.
Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum og limur í Etiska ráðnum, skuldi greiða frá hvussu núverandi lóg verður umsitin í praksis, hvørjar broytingar ynskjast, og hvørjar etiskar tvístøður kunnu fylgja við. Tó fekk Jóngerð tíverri forfall hetta kvøldið.