Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tiltøk / Etiskar kvøldsetur /
Demokrati

Demokrati.

Etisk kvøldseta hildin í KFUK-húsinum 7. oktobur 2025, og í Bókasavninum við Løkin 14. oktobur.

Fyrsta etiska kvøldseta varð hildin í samstarvi við Føroya Fólkaháskúla.

At fólkaræðið er undir trýstið, er ein vaksandi ótti í vesturheiminum. Óttin stendst millum annað av, at viljin – ella evnini – til siðiligt orðaskifti okkara millum tykist at minka støðugt. Hetta sæst serliga aftur, tá ósemjur eru um etisk viðurskifti. Hetta kvøldið fara vit at hoyra nærri um fólkaræðið, og hvat tað krevur av okkum at liva saman, hóast ósemjur.

Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, hugleiddi um evnið út frá bókini ”Hvat er demokrati” hjá Hal Koch. Bókin kom út í 1945, og er merkt av krígnum og týsku hersetingini av Danmark, har fólkaræðið varð avtikið. Viðgerðin av umstøðunum hjá fólkaræðinum, og boðskapurin um fólkaræðið sum ein lívsformur, har samrøða má vera miðdepilin, er tó líka aktuellur í dag.

Torkil Tórgarð, nýggjur stjóri á Føroya Fólkaháskúla, greiddi frá háskúlarørsluni, sum tók skap í árunum kring innførsluna av donsku grundlógini, og sum varð tætt sameint við menningini av nýggja fólkaræðinum í Danmark. Háskúlarørslan kann sostatt skiljast sum eitt demokratiskt projekt, sum m.a. leggur dent á demokratiskt dannilsi og sambandið millum borgara og samfelag. Í samband við kvøldsetuna hava næmingar á háskúlanum arbeitt við evninum ‘demokrati‘, og vórðu málningar teirra eisini sýndir fram á kvøldsetuni.