Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tiltøk / Etiskar kvøldsetur /
Sosialur ójavni í heilsu

Sosialur ójavni í heilsu.

Etisk kvøldseta hildin í KFUK-húsinum 3. mars 2026

Tað er væl staðfest, at sosial kor hava stóran týdning fyri heilsuna, og at møguleikarnar fyri heilsugóðum lívi eru ójavnt býttir. Kanningar aðrastaðni vísa, at munurin í heilsustøðuni hjá fólki økist: tey, sum eru væl fyri sosialt, fáa tað betur, og tey, sum eru illa fyri, fáa tað verri. Í einum frælsum samfelag er tó vanligt at góðtaka ávísar ójavnar í ein vissan mun. Hvussu skulu vit fyrihalda okkum til sosialan ójavna í heilsu í okkara lítla vælferðarsamfelag?

Vár Honnudóttir, ph.d.-lesandi á deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, greiddi frá viðkomandi kanningum um støðuna í Føroyum, og hvussu vandin fyri, at sosialur ójavni eisini førir til vánaligari heilsu, kann minkast.

Niklas Olsen, søgufrøðingur og undirvísari í samfelagsfrøði, hugleiddi um, hvørt slíkur ójavni er ein etiskur trupulleiki, sum samfelagið eigur at taka ábyrgd fyri.