Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tiltøk / Etiskar kvøldsetur /
Polarisering

Polarisering.

Etisk kvøldseta hildin í KFUK-húsinum 4. novembur 2025

Heimurin gerst alsamt meira polariseraður, verður ofta nevnt. Hóast vit ikki neyðturviliga eru meira ósamd enn vit altíð hava verið, hava nógvar ósemjur fingið eitt annað og meira ræðandi lyndi, og summi evnir tykjast beinleiðis ógjørlig at hava virðiligt orðaskifti um.

Sigri Gaini, ph.d. í politiskari heimspeki, skuldi hetta kvøldið seta sjóneykuna á polarisering í almenna, politiska kjakinum og viðgera spurningin um, hví hetta er ein alsamt vaksandi avbjóðing í fólkaræðinum – bæði í Føroyum og í øðrum pørtum av (vestur)heiminum. Tó fekk Sigri tíverri forfall hetta kvøldið.

Suni Poulsen, sálarfrøðingur, hugleiddi um sálarfrøðiligu síðurnar av polarisering, herundir orsøkir til hví vit kunnu vera so rúkandi ósamd, at vit beinleiðis skipa okkum í pólar. Serliga verður útgangsstøðið tikið í granskingini hjá amerikanska moralpsykologinum Jonathan Haidt.