Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tiltøk / Etiskar kvøldsetur /
Berarakanningar

Berarakanningar.

Etisk kvøldseta hildin í KFUK-húsinum 6. januar 2026

Føroyar hava, orsaka av okkara uppruna, ein øktan títtleika av fleiri deyðiligum arvaligum sjúkum. Eitt uppskot um at seta á stovn fyrsta almenna tilboðið um berarakanningar av ávísum ílegusjúkum hevur nýliga verið til ummælis. Tilboðið hevur við sær, at fólk í aldrinum 18 til 45 ár og makar at staðfestum berarum fáa ein lógartryggjaðan rætt til at kanna, um tey eru berarar av ein av hesum sjúkum, sum sostatt kunnu latast víðari til komandi ættarlið. Ílegukanningar eru týdningarmikil amboð, men reisa eisini grundleggjandi etiskar spurningar um eitt nú ábyrgd, frælsi og hugburð til sjúku og lív. Hetta kvøldið verður sjóneykan sett á bæði fyrimunir og etiskar vandar við berarakanningum.

Karin Laksáfoss, forkvinna í felagnum Arvasjúkan, greiddi frá arbeiðinum hjá felagnum, og grundgevingunum fyri ynskið um, at tilboð um berarakanningar verður sett á stovn í Føroyum.

Noomi O. Gregersen, nýggjur stjóri í Heilsustýrinum og limur í Etiska ráðnum, greiddi frá tilmælinum um kanning av ílegusjúkum í Føroyum, hvørs arbeiðsbólki hon var partur av, og hugleiddi um tey etisku vandamálini, sum hon sær í slíkum kanningum.