+298 219484 er@er.fo

Skrivari til Etiska ráðið

Søkt verður eftir fakligum skrivara til skrivstovuna hjá Etiska ráðnum. Talan er um hálvtíðarstarv. Umsókn saman við avriti av próvnum og møguligum viðmælum skulu vera Etiska ráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. januar 2023 kl. 12.00. Hevur tú fyrispurningar um starvið, kanst tú venda tær til Berg Debes Joensen, formann, á tel. 237331. Les meira her: Skrivari til Etiska ráðið.

Nývalda Etiska ráðið farið til verka

Nývalda Etiska ráðið farið til verka

Nývalda Etiska ráðið fór til verka í dag, tá ið limirnir í ráðnum og fakligi skrivarin vóru í Heilsumálaráðnum og heilsaðu upp á Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann og fyrisiting hansara.

Á myndini omanfyri eru :

Fremst: Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, fakligur skrivari, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, og Bergur Debes Joensen, formaður. 
Aftast: Súsanna Mortensen, Arni Zachariassen, Noomi Gregersen, Jóngerð Guttesen, Leif Olsen, Jógvan D. Hansen og Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett, ráðslimir.
Katrin Kallsberg, ráðslimur, vantar á myndini.

Veðurlagsbroytingar og fólkaheilsa í etiskum høpi

Veðurlagsbroytingar og fólkaheilsa í etiskum høpi

Í døgunum 22-23. september 2022 skipar Norðurlendska nevndin fyri bioetikk (NCBio) fyri ráðstevnu í Umeå, Svøríki, har evnið er etiskir spurningar í sambandi við, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka fólkaheilsuna.

Veðurlagsbroytingarnar raka alt og øll, eisini fólkaheilsuna. Við vaksandi hitalagi, hækkandi sjóvarmála og hitnandi høvum, økist eisini vandin fyri nýggjum umfarssóttum og avlagan av búøkjunum hjá bæði menniskjum og djórum. Men hvørjir eru so teir etisku spurningarnir, sum eru mest átrokandi at viðgera í hesum høpi? Tað er hetta, sum er evnið á hesi ráðstevnu, sum er ókeypis og almenn.

Kunning um ráðstevnuna
Ethical Perspectives on Health Impacts of Climate Change
22-23. september 2022, Umeå, Svøríki
Tilmelding og skrá: https://www.nordforsk.org/events/2022/ethical-perspectives-health-impacts-climate-change
Freist at melda til: 8. september 2022
Til ber eisini at luttaka um netið

Heimsfarsóttaretikkur – hvat hava Norðurlond lært?

Í døgunum 19-20. mai 2022 skipar Norðurlendska nevndin fyri bioetikk (NCBio) fyri ráðstevnu í Bergen, har tikið verður samanum, hvat vit í Norðurlondum hava lært av COVID-19 alheimsfarsóttini.
Ráðstevnan við enska heitinum “The ethics of pandemics: Lessons learned in the Nordic countries” byggir á eina røð av webinarum, sum NCBio skipaði fyri veturin 2020-21, har roynt varð at lýsa etisku síðurnar av alheimsfarsóttini, og har hugt eisini varð at munum og líkleikum í handfaring og kjaki í Norðurlondunum. Webinarini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá NCBio https://ncbio.org/

Kunning um ráðstevnuna
The ethics of pandemics: Lessons learned in the Nordic countries
19/05/2022-20/05/2022, Bergen, Norra
Tilmelding og skrá: https://www.nordforsk.org/events/2022/ethics-pandemics-lessons-learned-nordic-countries
Til ber eisini at luttaka um netið.

Konur og kanónir

Í okkara samfelag í dag hava kvinnur møguleikar, tær ikki høvdu fyri 50 árum síðani, og tað er at gleðast um. Menn kunna væl gera uppgávur, ið traditionelt hava verið gjørdar av kvinnum og umvent, uttan at tað er til ampa fyri tign og samleika. Er so nakað at kempa fyri 8.mars?

Les heilsan frá Anne Mette Greve Klemensen, forkvinnu í Etiska ráðnum, í sambandi við kvinnudagin 8. mars, her: Konur og kanónir.