leidd og eygleidd
Almennur kjakfundur í Smæruni 28. november 2018Leidd og eygleidd
Endamálið við kjakfundinum er at lýsa, hvørjar etiskar spurningar, talgilding í heilsuverkinum kann hava.
- Hvar gongur markið millum at vera leidd og eygleidd, tá tað snýr seg um talgildar heilsuupplýsingar um teg sum persón?
- Ynskja vit at ávirka hvar markið gongur?
- Skulu vit sjálvi siga frá?
- ella taka onnur ábyrgd okkara vegna?
Hesir spurningar verða endavendir á kjakfundinum.
Fundurin varð skipaður so, at fyrst vóru fleiri upplegg. Hesi vóru um, hvussu Talgildu Føroyar hevur hugsað um menniskjaliga aspektið við at flyta seg til talgildar loysnir, um hvørjar upplýsingar, tað almenna, og herundir heilsuverkið, kann skráseta um hvønn einstakan, og hvussu upplýsingarnar verða vardar, um hørjir tankar sjúklingar og avvarðandi hava um tær upplýsingar, sum heilsuverkið hevur um tey, um hvussu vit tryggja okkum, at upplýsingarnar vera nýttar rætt og ikki misnýttar, og um talgilding, lýst úr einum etiskum sjónarhorni.
Skrá
Orðstýrari: Óluva Zachariasen, journalistur. Fundurin verður teknmálstulkaður
Kl. 19.00 Vælkomin
Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum
Kl. 19.05 Tankar um menniskjaliga aspektið við at flyta seg yvir á talgildar loysnir.
Nicolai M. Balle, stjóri, Talgildu Føroyar
Kl. 19.15 Hvørjar upplýsingar kann tað almenna skráseta um meg og hvussu vera upplýsingarnar vardar?
Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Løgmansskrivstovan
Kl. 19.25 Hvat ynski eg at mínar upplýsingar kunnu brúkast til í heilsuverkinum?
Sigrun Mohr, farmakonom og fyrrv.forkvinna í Alzheimersfelagnum
Kl. 19.40 Hvussu skal eg tryggja mær, at mínar upplýsingar vera nýttar rætt og ikki misnýttar?
Eilev Sivertsen, KT grannskoðari
Kl. 19.50 Talgilding úr einum etiskum sjónarhorni
Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki
Kl. 20.00 Spurningar og orðaskifti
Í panelinum er: Nicolai M. Balle, Jógvan S. Samuelsen, Sigrun Mohr, Eilev Sivertsen og Jógvan D. Hansen
Kl. 20.50 Samanumtøka
Hildur við Høgadalsá, forkvinna
Kl. 21.00 Liðugt
Framløgurnar
Her eru framløgurnar frá kjakfundinum.
Vælkomin
Hildur við Høgadalsá
forkvinna, Etiska ráðið
Tankar um menniskjaliga aspektið við at flyta seg yvir á talgildar loysnir
Nicolai Mohr Balle
stjóri, Talgildu Føroyar
Hvørjar upplýsingar kann tað almenna skráseta um meg og hvussu vera upplýsingarnar vardar?
Eyðhild Skaalum
stjóri, Dátueftirlitið
Hvat ynski eg at mínar upplýsingar kunnu brúkast til í heilsuverkinum?
Sigrun Mohr
famakonom og fyrrverandi forkvinna í Alzheimersfelagnum
Talgilding úr einum etiskum sjónarhorni
Jógvan D. Hansen
lærari í heimsspeki, Etiska ráðið
Etisk evni
Hesi evni viðgera vit í Etiska ráðnum.
Um Etiska Ráðið
Les um endamálið við Etiska ráðnum.
Ráðslimir
Etiska ráðið hevur 9 limir, ið sita 4 ár í senn.