Stutt um Etiska ráðið
Etiska ráðið skal fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum.
Etiska ráðið skal skipa fyri ráðstevnum, evnisdøgum og kjakfundum fyri at varpa ljós á aktuellar etiskar spurningar.
Ráðið skal lata úr hondum minst eina frágreiðing um árið.
Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á lívið hjá menniskjum.
Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunala økinum.
Etiska ráðið hevur skyldu til at fylgja menningini á tí bio- og ílegutekniska økinum og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni.
Ráðið virkar óheft og velur sjálvt tey evni og teir spurningar, tað tekur til viðgerðar. Tað er ikki krav, at Ráðið er samt í sínum niðurstøðum um ávís etisk evnir. Heldur er umráðandi, at lýsa ávísu evnini úr ymiskum sjónarhornum og búgva almenningin og tey, sum skulu taka støðu til tey ymsu evnini til víðari kjak og støðutakan.
Ráðið virkar samsvarandi Løgtingslóg um Etiskt ráð