LÍVSVIRÐI
Nær byrjar lívið, hvørji eru vit, og hvar gongur markið fyri, hvørjar kanningar vit vilja gera, og hvussu vit vilja handla upp á alla vitanina, vit kunnu fáa?
Menningin innan fosturdiagnostikk gongur við rúkandi ferð, og tøknin ber í sær, at vitanin økist alt meira. Umráðandi er at dvølja við støðuna og venda spurningum sum hesum.
Á hesi síðuni finnur tú tilfar um um stórar etiskar lívsspurningar sum samleika, fosturtøku og optimering av eginleikum menniskjans, og um hvussu lívsfatanir og lívsvirði mynda okkara hugsan um slíkar spurningar.
Etiska ráðið tekur ikki støðu fyri ella ímóti nøkrum, men tekur fegið á seg uppgávuna at stuðla undir einum virðiligum kjaki við at royna at lýsa hesar spurningar frá so nógum vinklum sum til ber.
Tilfar frá Etiska ráðnum
Fosturdiagnostikkur (tiltak)
Etiska ráðið, 2019
Aborter på Færøerne betragtet fra et etisk og kulturelt perspektiv (framløga)
Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í Etiska ráðnum, 2021
Tilfar frá øðrum
Abort og fosterdiagnostik (evnissíða)
Det Etiske Råd, Danmark
Livets början (evnissíða)
Statens medicinsk-etiska råd, Svøríki
Fosterdiagnostikk (evnissíða)
Bioteknologirådet, Noreg
Gentesting av befruktede egg (PGD)
Bioteknologirådet, Noreg
Psykiatri (evnissíða)
Det Etiske Råd, Danmark
Könskorrigering (evnissíða)
Statens medicinsk-etiska råd, Svøríki
Etisk evni
Hesi evni viðgera vit í Etiska ráðnum.
Um Etiska Ráðið
Les um endamálið við Etiska ráðnum.
Ráðslimir
Etiska ráðið hevur 9 limir, ið sita 4 ár í senn.