+298 219484 er@er.fo

Tiltøk

Fosturtøka og etikkur

Mikudagin 19. Apríl kl. 19:00 hevði Etiska ráðið almenna ráðstevnu um fosturtøku. Ráðstevnan var í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Endamálið við ráðstevnuni er at hyggja at argumentum fyri og ímóti fosturtøku

Gentøkni og genomkanningar

Hvat vilja vit vita um okkum sjálvi, og hvat eiga vit at gera, við nýggju vitanini?

Kjakfundur á Miðnámsskúlanum í Suðuroy sunnudagin 8. november 2020 kl. 14.30 – 17.00

Linnandi viðgerð og lívsgóðska áðrenn deyða

Í november 2019 var skipað fyri kjakfundi í Løkshøll um linnandi viðgerð og lívsgóðsku áðrenn deyða (palliatión).

Endamálið við kjakfundinum var at lýsa, hvørjar etiskar støður og spurningar knýta seg at síðstu tíðini áðrenn deyða, og hvussu vit ynskja, at seinasta tíðin skal vera.

Hjartastartarar fyri eldri á bústovni

Í mars 2019 luttók Etiska ráðið á kjakfundi í Spaniastovu í Klaksvík. Evnið var hjartastartarar fyri eldri á bústovni.

Spurt var t.d.: Eiga vit sum eldri búfólk sjálvi at gera av, um hjartastartari skal brúkast, um vit hava tað fyri neyðini, ella eru tað onnur, sum taka avgerð okkara vegna?

Vælferðartøkni og etikkur

Fyri at kasta ljós og so nógvar etiskar spurningar, sum til ber, og skapa kjak um teir, skipaðu Etiska ráðið og Sjúkrarøktaretiska ráðið í felag 7. juni í 2022 fyri einum tiltaki um vælferðartøkni og etikk.

Fosturdiagnostikkur

Í mai 2019 var skipað fyri kjakfundi um fosturdiagnostikk, undir heitinum Fosturdiagnostikkur – vilja vit vita ella ikki vita?

Endamálið við kjakfundinum var at lýsa, hvørjar etiskar spurningar fosturdiagnostikkur kann hava. Fýra upplegg vóru, og síðan var orðaskifti.

Leidd og eygleidd

Í november 2018 skipaði Etiska ráðið fyri fyrsta almenna tiltakinum. Tiltakið var skipað sum ein kjakfundur undir heitinum Leidd og eygleidd, og snúði seg um at lýsa, hvørjar etiskar spurningar, talgilding í heilsuverkinum kann hava.

Á fundinum vóru upplegg, og síðan var orðaskifti.