Búmerkið ímyndar 3 rundingar, sum eru settir saman til eitt livandi skap, sum hvílir í sær sjálvum. Rundingarnir eru sambundnir og kunnu mala og førka seg í mun til hvønn annan.
Hvar byrjar tann eini og hvar endar hin?
Búmerkið vekir ávíst forvitni og umhugsni.
Talið 3 umboðar ávísa rútmu 1 – 2 – 3, lívsins rútma.
Byrjan – miðja – endi.
Skapan – lív – deyði.
Fortíð – nútíð – framtíð.
Etiska ráðið viðger evnir, har tað sum oftast ikki eru eintýtt svar og har evnir kunnu síggjast úr ymsum sjónarhornum.
Soleiðis ímyndar búmerkið arbeiðið hjá Etiska ráðnum.