COVID-19 OG ETIKKUR
COVID-19 hevur veruliga sett etikk á dagsskranna. Í kjalarvørrinum av smittuni, stinga seg upp truplar etiskar tvístøður og ivamál, við eini ferð og í so stórum tali, at vit núlivandi hava ongi fordømi at líta aftur á, tá ið støða skal takast til, hvat rættast er at gera.
Etikkur og etisk viðgerð krevur vanliga góða tíð til umhugsan og grundan. Hetta ger, at tað sjáldan ber til at siga eintýtt og í eini handavend, hvat rættast er at gera í einari etiskt truplari støðu sum hesari. Støðan í dag kann verða grundleggjandi broytt í morgin.
Vit kunnu tó vísa til etiskar meginreglur, sum verdar eru at geva ans, tá ein er í einari støðu, sum krevur, at etiskt truplar avgerðir skulu takast, sum tá alheims smittusjúkur sum COVID-19 gera um seg.
Á hesi evnissíðuni savna vit tilfar og tilvísingar til tilfar av ymsum slag um etikk og COVID-19, bæði heima og úti.
Tilfar frá Etiska ráðnum
Viðkomandi etiskar meginreglur (brot úr útgávu)
Etiska ráðið og WHO, 2020
Leiðreglur fyri etiska handfaring av smittusjúkum (útgáva)
Etiska ráðið og WHO, 2020
Koronutiltøkini og tey gomlu á røktarheimunum (fráboðan)
Etiska ráðið, 2020
Tilfar frá øðrum
COVID-19 og etik (evnissíða)
Det Etiske Råd, Danmark
Covid-19 (evnissíða)
Statens medicinsk-etiska råd, Svøríki
Ethics and COVID-19 (evnissíða)
World Health Organization (WHO), altjóða stovnur
Tilfar í miðlum
Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki,
limur í Etiska ráðnum
Etos, 14-06-2020. Kringvarp Føroya, 2020
Anne Mette Greve Klemensen,
forkvinna í Etiska ráðnum
GMF, 12-03-2021. Kringvarp Føroya, 2021
(Samrøðan byrjar eftir 33:24 min)
Etisk evni
Hesi evni viðgera vit í Etiska ráðnum.
Um Etiska Ráðið
Les um endamálið við Etiska ráðnum.
Ráðslimir
Etiska ráðið hevur 9 limir, ið sita 4 ár í senn.