+298 219484 er@er.fo

Viðkomandi etiskar meginreglur

(Brot út útgávuni: Leiðreglur fyri etiska handfaring av smittusjúkum)

Etikkur er at taka støðu til ”hvussu vit eiga at liva, hvat vit gera, hvat vit vilja, og hvørjar vanar vit hava”. Etisk greining er at gera av, hvørjar meginreglur eru viðkomandi, at brúka tær í ítøkiligum støðum og at taka støðu til, hvussu mótstríðandi meginreglur skulu raðfestast. Hetta skjal byggir á ymiskar etiskar meginreglur, ið niðanfyri eru skipaðar í sjey flokkar. Flokkingin er einans til fyri at lætta um hjá lesaranum, virðini kunnu eisini flokkast øðrvísi.

Rættvísi — Í hesum skjali verður hugtakið rættvísi nýtt í tveimum útgávum. Tann fyrra er, at býtið av tilfeingi, møguleikum og úrtøku skal vera rætt og rímiligt. Rætt og rímiligt er m.a. at viðgera eins tilburðir eins, ikki at gera mismun, ikki at eyðræna og at vísa viðbreknum fólki varsemi. Tann seinna útgávan av hugtakinum er rættargangsligt rættvísi, t.e. at hava eina reiðiliga tilgongd, tá týdningarmiklar avgerðir skulu takast. Rættargangsligt rættvísi fevnir m.a. um eina hóskandi tilgongd (at kunna og geva teimum viðkomandi møguleika at verða hoyrd), gjøgnumskygni (greitt og neyvt at kunna um, hví og hvussu avgerðir eru tiknar), luttøku (at allir viðkomandi áhugapartar hava møguleika at taka lut í avgerðum), ábyrgd (at tilluta ábyrgd og tryggja at viðkomandi veruliga standa til svars fyri avgerðir) og yvirlit (at tryggja hóskandi eftirlit).

Góðgerð — Góðgerðir eru til fyrimun fyri onnur, t.d. at lætta um pínu og líðing hjá øðrum. Á fólkaheilsuøkinum áleggur meginreglan um góðgerð samfelagnum at nøkta grundleggjandi tørvir hjá einstaklingum og bólkum, serliga tørvin á føði, skjóli, heilsu og trygd.

Gagn — Meginreglan um gagn staðfestir, at gerðir eru rættar, um tær eru til frama fyri vælveruna hjá einstaklingum og bólkum. Ein meting um gagn má eisini taka fyrilit fyri lutfalli (t.v.s., at møguligir fyrimunir verða mettir í mun til møguligar vansar) og munadygd (t.v.s., at roynt verður at fáa sum mest fyri minst).

Virðing fyri fólki — At virða fólk er at fara við einstaklingum á ein hátt, sum viðurkennir, at vit øll eru menniskju, og at vit øll hava virði og íborin rættindi. At virða fólk er at virða rættin at taka egnar avgerðir við støði í egnum virðum og tí, einum sjálvum dámar. Sonevnt ”kunnað samtykki” er dømi um sýnda virðing fyri fólki. Við kunnaðum samtykki taka luttøkuførir, myndigir einstaklingar støðu grundað á nøktandi, viðkomandi kunning uttan at vera tvingaðir ella ópassandi tilskundaðir. Tá einstaklingur ikki er luttøkuførur, kann ábyrgdin at verja áhugamálini hjá viðkomandi leggjast á ein verja. At virða fólk er eisini at geva sær far um privatlív, trúnað og samfelagsligar, átrúnaðarligar og mentanarligar áskoðanir og týdningarmikil sambond, t.d. familjubond. Endiliga krevur virðing fyri fólki gjøgnumskygni og sannføri, tá fólkaheilsa og gransking skulu fremjast.

Frælsi — Frælsi fevnir um eina breiða viftu av samfelagsligum, átrúnaðarligum og politiskum frælsum, t.d. frælsi at flyta seg, frælsi at koma saman og frælsi at tala. Fleiri frælsisrættindi eru vard sum grundleggjandi mannarættindi.

Sínámillum hjálp — At hjálp er sínámillum merkir, at fólk fáa passaliga og lutfalsliga aftur fyri tað íkast, tey hava givið. Politikkur, ið leggur upp til sínámillum hjálp í einari farsótt, kann vera eitt rættvísisamboð, tí hann kann útjavna munir í tillutan av ágóðum og ábyrgdum.

Samanhald — Ein bólkur, eitt samfelag, ein tjóð og hugsandi eisini eitt heilt alheimssamfelag kann halda saman. Meginreglan um samanhald rættvísger felags tiltøk ímóti felags hóttanum. Meginreglan um samanhald stuðlar eisini undir at steðga ójavnaði, ið annars kundi máað støðið undan vælferðini hjá minnilutabólkum og bólkum, ið eru fyri mismuni.

Reglur í nýtslu

Tá ein etisk meginregla verður nýtt í verki ella sett í gildi, eigur nýtslan at byggja á próvtilfar. Tá metast skal um, hvørt eitt tiltak er til gagns, eiga myndugleikarnir t.d. at kanna, hvat tey vísindaligu prógvini, ið eru til taks, siga um væntaðar ágóðar og vansar. Tess meiri ágangandi tilmælda tiltakið er, tess størri er tørvurin á haldgóðum prógvum fyri, at tiltakið røkkur ætlaða málinum. Tá eingi ítøkilig prógv eru tøk, eiga avgerðir at byggja á sakligar og týðandi grundgevingar og verða tiknar í ljósinum av líknandi støðum.

Tá mótstríðandi meginreglur skulu raðfestast, mugu lond virða bindingar í t.d. altjóða mannarættindasáttmálum. ”Siracusa meginreglurnar” í ásetingunum um avmarking og niðran í Altjóða sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi (1) eru alment viðurkendar sum karmur, tá metast skal um, hvørt tað er hóskandi at avmarka ávís grundleggjandi mannarættindi í kreppustøðum. Siracusa meginreglurnar staðfesta, at ein og hvør avmarking av mannarættindum má vera framd í samsvari við lógina og við einum lógligum endamáli, ið er til felags gagn. Harumframt má talan vera um alneyðugar avmarkingar, og eingin onnur minni ágangandi loysn skal vera tøk. Endiliga mugu allar avmarkingar vera vísindaliga grundaðar og mugu ikki verða álagdar á ein hátt, ið er tilvildarligur, órímiligur ella elvir til mismun.

Tað er týdningarmikið, av bæði sakligum og etiskum orsøkum, at borgarar hava álit á tí, ið verður sett í verk fyri at basa einari farsótt. Tað krevur, at myndugleikar og heilsustarvsfólk nýta meginreglurnar rættvíst og reglufast og góðtaka eftirmetingar, ið eru grundaðar á nýggja, viðkomandi vitan, og at tey lurta eftir raktu samfeløgunum. Harumframt, er tað altavgerandi, at tiltøkini eru altjóða samstillað. Altjóða samanhald er neyðugt, tí øll lond eru hótt av smittuni.

(1) Siracusa Principles on the Limitation and Derogation Provisions in the International Covenant on Civil and Political Rightshttps://www.icj.org/wp-content/uploads/1984/07/Siracusa-principles-ICCPR-legal-submission-1985-eng.pdf

Etisk evni

Hesi evni viðgera vit í Etiska ráðnum.

Um Etiska Ráðið

Les um endamálið við Etiska ráðnum.

Ráðslimir

Etiska ráðið hevur 9 limir, ið sita 4 ár í senn.