Etiska ráðið takkar fyri møguleikan at koma við viðmerkingum til lógaruppskotið um ílegulóg II. Sum heild metir Etiska ráðið at lógaruppskotið er væl frágingið, og at endamálið við tí er gott. Etiska ráðið hevur serliga eina innihaldsliga viðmerking, og annars viðmerkingar av meira lógartekniskum slag.