Etiska ráðið takkar fyri møguleikan at koma við viðmerkingum til kunngerðina um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða, og tá foreldur missa barn. Sum heild metir Etiska ráðið, at endamálið við kunngerðini er gott, og vit hava einans eina viðmerking.
Tær broytingarnar, sum verða gjørdar í kunngerðini, eru góðar og geva etiskt meining. Tá um ræður § 6 kann ein avbjóðing tó vera, tá um ræður orðingina “løgfrøðiligum foreldrum”. Tá um ræður ein pápa hjá deyðføddum barni, ið ikki er giftur við mammuna, so leggur verandi lóggáva upp til, at faðirskapurin skal skrásetast á sama hátt sum vanligt. Her kann tað á eini síðuni vera vert at tryggja sær, at hendan mannagongd altíð verður fylgd. Støðan foreldrini eru í er svár, og tá er menniskjansligt at leggja dent á annað enn pappírsarbeiði. Á hini síðuni kann tað verða ein avbjóðing, um ein endar í teirri óhepnu støðu, at mamman ikki vil viðurkenna pápan, og pápin fegin vil hava endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Tá kann tað serliga vera ein avbjóðing, um deyðfødda barnið er jarðað áðrenn ein fær staðfest hvør pápin er. Etiska ráðið dugir tó ikki at meta um, hvussu vanligt tað kann vera, at hetta skapar avbjóðingar.