+298 219484 er@er.fo

Hoyringarsvar almannatrygd og tænastur

Etiska ráðið hevur fingið til hoyringar “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur – (endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur og javning)”.

Etiska ráðið tekur undir við og fegnast um, at foreldur, sum missa eitt barn, ella sum fáa eitt barn, ið er deyðføtt, nú fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í tíðini eftir andlátið ella tíðini eftir, at barnið er føtt.

Hoyringarsvar revsilógin kap. 24 um kynslig brotsverk

Etiska ráðið hevur fingið broytingarnar í revsilógini kap. 24 til hoyringar. Etiska ráðið fegnast um, at rættartrygdin og rættvísiskenslan við ætlaðu broytingunum verður styrkt, og at sjálvsavgerðarrætturin hjá tí, sum er fyri kynsligum ágangi, ikki eigur at vera eitt ivamál.

Hoyringarsvar tvingsilslógin

Hoyring um uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (tvingsilslógin)

Etiska ráðið hevur havt tvingsilslógina til hoyringar og ásannar, at tað kann verða tvørligt og ofta ómøguligt at lýsa við dømum, nær smærri og størri inntriv eru til gagns fyri persónin, sum talan er um.