+298 219484 er@er.fo

Ummælisskriv til uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin)

Etiska ráðið takkar fyri møguleikan at koma við viðmerkingum til lógaruppskotið um broyting í løgtingslóg um revsing. Etiska ráðið metir at lógaruppskotið er gott, eins og ráðið metur at tað er týdningarmikið at gera eina slíka dagføring. Etiska ráðið hevur kortini nakrar viðmerkingar til lógaruppskotið.

Ummælisskriv til uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing 2

Hoyringssvar til kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða, og tá foreldur missa barn

Etiska ráðið takkar fyri møguleikan at koma við viðmerkingum til kunngerðina um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða, og tá foreldur missa barn. Sum heild metir Etiska ráðið, at endamálið við kunngerðini er gott, og vit hava einans eina viðmerking.

Tær broytingarnar, sum verða gjørdar í kunngerðini, eru góðar og geva etiskt meining. Tá um ræður § 6 kann ein avbjóðing tó vera, tá um ræður orðingina “løgfrøðiligum foreldrum”. Tá um ræður ein pápa hjá deyðføddum barni, ið ikki er giftur við mammuna, so leggur verandi lóggáva upp til, at faðirskapurin skal skrásetast á sama hátt sum vanligt. Her kann tað á eini síðuni vera vert at tryggja sær, at hendan mannagongd altíð verður fylgd. Støðan foreldrini eru í er svár, og tá er menniskjansligt at leggja dent á annað enn pappírsarbeiði. Á hini síðuni kann tað verða ein avbjóðing, um ein endar í teirri óhepnu støðu, at mamman ikki vil viðurkenna pápan, og pápin fegin vil hava endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Tá kann tað serliga vera ein avbjóðing, um deyðfødda barnið er jarðað áðrenn ein fær staðfest hvør pápin er. Etiska ráðið dugir tó ikki at meta um, hvussu vanligt tað kann vera, at hetta skapar avbjóðingar.

Hoyringarsvar til kunngerð um um krabbameinsskrá og um at fráboða krabbameinssjúku

Etiska ráðið hevur fingið til hoyringar “kunngerð um um krabbameinsskrá og um at fráboða krabbameinssjúku o.a. í skránni”, og svaraði 21. juni 2023.

Etiska ráðið takkar fyri møguleikan at koma við viðmerkingum til kunngerðina um krabbameinsskrá og um at fráboða krabbameinssjúku o.a. í skránni. Sum heild metir Etiska ráðið, at endamálið við kunngerðini er gott. Tó hava vit tvær viðmerkingar.

Til ber at lesa viðmerkingarnar her:

Hoyringssvar til kunngerð um um krabbameinsskrá og um at fráboða krabbameinssjúku

Hoyringarssvar til kunngerðir um heilsuvísindaliga gransking

Etiska ráðið hevur fingið til hoyringar tvær kunngerðir um heilsuvísindaliga gransking, og svaraði 30. mai 2023.

Etiska ráðið takkar fyri møguleikan at koma við viðmerkingum til kunngerðirnar um heilsuvísindaliga gransking. Sum heild metir Etiska ráðið, at endamálið við kunngerðunum er gott. Tó hava vit onkrar viðmerkingar.

Til ber at lesa viðmerkingarnar her:

Hoyringssvar til kunngerðir um heilsuvísindaliga gransking

Hoyringarsvar til Uppskot til Løgtingslóg um almenna talgilda postskipan

Etiska ráðið hevur fingið til hoyringar “Uppskot til Løgtingslóg um almenna talgilda postskipan”, og svaraði 3. februar 2023.

Sum heild er grundtankin við lógaruppskotinum góður. Tað er gott at ætlanin er, at tað skal vera valfrítt, hvørt ein brúkar Mínboks ella ikki. Bæði í mun til at varðveita sjálvsavgerðarrættin hjá fólki, og í mun til at ikki allir samfelagsbólkar kenna seg heima í talgildum umhvørvum. Somuleiðis er tað gott, at lógaruppskotið leggur dent á, at Mínboks skal fylgja Web Content Accessibility Guidelines (WCAG).

Hinvegin eru nøkur øki, har uppskotið kann betrast ella gerast greiðari.

Til ber at lesa hoyringarskrivið her:

Viðmerkingar til Uppskot til Løgtingslóg um almenna talgilda postskipan

Hoyringarsvar almannatrygd og tænastur

Etiska ráðið hevur fingið til hoyringar “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur – (endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur og javning)”.

Etiska ráðið tekur undir við og fegnast um, at foreldur, sum missa eitt barn, ella sum fáa eitt barn, ið er deyðføtt, nú fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í tíðini eftir andlátið ella tíðini eftir, at barnið er føtt.