Etiska ráðið hevur fingið til hoyringar “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur – (endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur og javning)”.
Etiska ráðið tekur undir við og fegnast um, at foreldur, sum missa eitt barn, ella sum fáa eitt barn, ið er deyðføtt, nú fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í tíðini eftir andlátið ella tíðini eftir, at barnið er føtt.