+298 219484 er@er.fo

Ársfrágreiðingin 2021 komin

Ársfrágreiðingin fyri 2021 hjá Etiska ráðnum er nú komin, og er hon at finna teldutøk her á heimasíðuni undir Útgávur. Ársfrágreiðingin lýsir virksemið hjá Etiska ráðnum farna árið, hvørji evnir, ráðið hevur arbeitt við, og hvussu ráðið hevur arbeitt fyri at røkka sínum endamáli. Beinleiðis leinki til ársfrágreiðingina er her.

Hoyringarsvar almannatrygd og tænastur

Etiska ráðið hevur fingið til hoyringar “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur – (endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur og javning)”.

Etiska ráðið tekur undir við og fegnast um, at foreldur, sum missa eitt barn, ella sum fáa eitt barn, ið er deyðføtt, nú fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í tíðini eftir andlátið ella tíðini eftir, at barnið er føtt.

Játtanin til Etiska ráðið skerd

Etiska ráðið skal klára seg við lægri játtan í 2022 enn í 2021.

Hóast tað í fíggjarlógaruppskotinum varð skotið upp at hækka játtanina til Etiska ráðið við 48.000 krónum, úr 672.000 krónur upp í 720.000 krónur, soleiðis at lagt varð upp fyri nýggjum leiguútreiðslum, nú Etiska ráðið hevur fingið egin skrivstovuhøli, varð endin tann, at fíggjarnevndin tvørturímóti skerdi játtanina 52.000 krónur, úr 672.000 krónur niður í 620.000 krónur.

Hetta merkir, at Etiska ráðið hevur 100.000 krónur minni at arbeiða við, enn tað, sum varð sett av í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum. Hvussu hetta kemur at ávirka virksemið hjá Etiska ráðnum, er ilt at siga. Fýra nýggir limir verða valdir í ráðið ein av fyrstu døgunum, og tað verður upp til nýggja ráðið at gera av, hvussu virksemið skal lagast við skerdu játtanini.

Fakligi skrivarin hjá Etiska ráðnum eygleiðari í NCBio

NordForsk hevur eftir tilmæli frá Granskingarráðnum valt fakliga skrivaran í Etiska ráðnum, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum føroyskan eygleiðara í Norðurlendsku nevndini fyri bioetikk, NCBio. Arnbjørn tekur við eftir Súsonnu Mortensen, námslektara á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, sum hevur verið eygleiðari í tvey skeið frá 2016.

NCBio varð sett á stovn í 1989, við tí endamáli at stuðla undir norðurlendskt samstarv um bioetiskar spurningar, og at hava eftirlit við og kunna um lógararbeiði og politiskar ætlanir, sum innihalda bioetiskar spurningar. Í nevndini sita tvey umboð fyri hvørt av sjálvstøðugu londunum í Norðurlandaráðnum, og ein eygleiðari fyri hvørt av londunum Føroyar, Áland og Grønland.

Les meira um NCBio her.

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, fakligur skrivari hjá Etiska ráðnum