+298 219484 er@er.fo

Skrivari til Etiska ráðið

Søkt verður eftir fakligum skrivara til skrivstovuna hjá Etiska ráðnum. Talan er um hálvtíðarstarv.
 
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
– Etiska ráðið skal fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Tín uppgáva í hesum sambandi verður at savna inn tilfar og greina tað fyri ráðnum.
– Etiska ráðið skal skipa fyri ráðstevnum, evnisdøgum og kjakfundum fyri at varpa ljós á aktuellar etiskar spurningar. Tín uppgáva verður at skipa fyri teimum kunningarátøkum og tiltøkum, sum ráðið ynskir at seta á skrá og at miðla hesi.
– Etiska ráðið skal lata úr hondum minst eina frágreiðing um árið. Tín uppgáva verður at skriva frágreiðingarnar í samstarvi við ráðið.
– Etiska ráðið hevur egna skrivstovu. Tín uppgáva er at umsita skrivstovuna og tess samskifti, skipa fyri fundum saman við ráðnum, skriva fundarfrásagnir og vera við at fremja tað, sum samtykt verður.
 
Útbúgvingarkrøv:
Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.
 
Vit vænta at:
• Tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
• Tú hevur góðan kunnleika til samfelagsviðurskifti
• Tú hevur góð samstarvsevnir og ert arbeiðssom/samur
• Tú hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert væl skipað/ur
• Tú hevur góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• Tú hevur góðan kunnleika innan kunningartøkni og miðlan
• Tú hevur góðan kunnleika innan skrivstovu- og bókhald
• Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum ella kommunala økinum.
 
Vit bjóða tær:
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv við meining, verða partur av einum etiskum ráði í menning, hava samband við onnur líknandi ráð heima og úti, og hava høvi at læra og mennast á fleiri økjum.
 
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum. Tann, ið settur verður, vísir í starvinum til formannin í Etiska ráðnum. Starvsbyrjan er 1. mars 2023 ella skjótast gjørligt.
 
Umsóknir:
Umsókn saman við avriti av próvnum og møguligum viðmælum skulu vera Etiska ráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. januar 2023 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:
 
Etiska ráðið
J.H. Schrøters gøta 7
FO-100 Tórshavn
Teldupostur: er@er.fo
 
Hevur tú fyrispurningar um starvið, kanst tú venda tær til Berg Debes Joensen, formann, á tel. 237331.
 
Etiska ráðið hevur til endamáls, at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Harumframt hevur Etiska ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum. Ráðið er við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum. Í Etiska ráðnum sita 9 limir, ið verða valdir fyri 4 ár í senn. Sí nærri kunning á www.er.fo.
 
Etiska ráðið
J.H. Schrøters gøta 7
FO-100 Tórshavn
Teldupostur: er@er.fo