Magni Højgaard nýggjur limur í Etiska ráðnum
Leif Olse
n, sum hevur verið limur í Etiska ráðnum, síðani ráðið fór til verka 1. januar 2018, hevur valt at takka fyri seg. Í hesum sambandi takka vit Leif Olsen fyri drúgva og virðismikla tænastu í Etiska ráðnum, har hann við sínum royndum og háttalagi hevur verið við til at mynda kjakið um etiskar spurningar í samfelagnum.
Eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almanna- og mentamálum hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum nú tilnevnt Magna Højgaard sum nýggjan lim í Etiska ráðnum.
Magni Højgaard er 44 ára gamal og starvast sum leiðari í Rówt. Rówt er eitt uppsøkjandi og samskipandi tilboð til ung í Føroyum við álvarsomum avbjóðingum innan sálarheilsu og bundinskap. Hann hevur áður verið leiðari á sosialu eindini hjá Bláa Krossi Føroya (2015–2019), og hevur harumframt drúgvar royndir úr Danmark, har hann arbeiddi á Mændenes Hjem á Istedgade í Keypmannahavn.
Við tilnevningini av Magna Højgaard fær Etiska ráðið ein lim við breiðum innliti í sosialar og heilsuligar spurningar og við hollum royndum úr arbeiðinum við menniskjum, sum ofta liva á útjaðaranum av samfelagnum.
Etiskir spurningar við atliti til berarakanningar fyri álvarsligar arvaligar sjúkur
Alment skriv frá Etiska ráðnum,
Tórshavn, 5. feb. 2025.
Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið stinga seg upp í tí føroyska samfelagnum. Ráðið hevur í rúma tíð valt at arbeiða við málinum um berarakanningar viðvíkjandi álvarsomum og ofta deyðiligum arvaligum sjúkum í Føroyum. Ítøkiliga snýr hetta skriv seg um fyrimunir og vansar við tílíkum kanningum.
Til ber at lesa skrivið her:
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í Revsilógini og Frástøðuboðslógini
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) og løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing (Frástøðuboðslógin) (Ágangur móti alment settum starvsfólki, tráfylging, sálarligur harðskapur og kartellavtalur undir serliga skerpandi umstøðum) var sent Etiska ráðnum til ummælis 13. januar 2025. Hoyringarsvar var sent Løgmálaráðnum 13. februar 2025.
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)
Uppskotið var sent Etiska ráðnum til ummælis 6. novembur 2024. Hoyringarsvar var sent Almanna- og mentamálaráðnum 4. desembur 2024.
