Forkvinnan á norðurlendskum fundi um fosturtøku í Føroyum
Etiska ráðið luttók 28. juni 2021 á fundi í Nevndini fyri vælferð í Norðurlondum, sum er nevnd undir Norðurlandaráðnum, í sambandi við, at fosturtøkulóggávunan í Føroyum var til viðgerðar. Nevndin hevði sett málið á skrá, eftir at ST-stovnurin CEDAW, sum virkar fyri at beina burtur mismun, framdur móti kvinnum, í frágreiðingini “CEDAW komitéens anbefalinger til Danmark 8. marts 2021” hevði funnist at fosturtøkulóggávuni í Føroyum.
Í framløgu sínari vísti Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í Etiska ráðnum, millum annað á, at Etiska ráðið fegið stuðlar undir eitt virðiligt kjak fyri allar partar, men at ráðið annar ikki hevur eina ávísa støðu til fosturtøkulóggávuna í Føroyum. Framløgan kann lesast í síni fullu longd her: