Búmerkið hjá felagnum
Heim / Savn / Etiskt tilfar /
Gen- og biotøkni

Gen- og biotøkni.

Etiska ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum og tekur, av egnum ávum, til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og ílegutøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.

Fleiri stórir etiskir spurningar knýta seg at hesum, eitt nú spurningurin um, hvørt vit vilja hava at vita, um vit eru berarar av álvarsomum arvaligum sjúkum, og um vit eiga at brúka gen- og biotøkni til at miða eftir at rudda út arvaligar sjúkur.

Etiska ráðið viðger spurningar í hesum sambandi, og her á síðuni finnur tú tilfar um evnið.