+298 219484 er@er.fo

Tvístøðan á bróstinum

Spaniastova verður karmur um tiltakið Tvístøða á bróstinum, tá Etiska ráðið kemur á vitjan í Klaksvík mikukvøldið 6. mars.

Endamálið við tiltakinum er at lýsa etiskar tvístøður, sum hjartastartarar kunnu hava. Serliga verður ljós varpað á umstøðurnar hjá eldri borgarum á bústovnum.

Eiga vit – sum eldri búfólk – sjálvi at gera av, um hjartastartari skal brúkast, um vit hava tað fyri neyðini ella eru tað onnur, sum taka avgerð okkara vegna?
Eigur tað at vera møguleiki at frávelja hjartastartara?
Ella er tað at rokna sum natúrligt, at tá hjartastartari er tøkur, verður hann nýttur í øllum førum?

Etiska ráðið verður umboðað við Hildur við Høgadalsá, forkvinnu, og Jákup H. Foldbo, ráðslimi. Somuleiðis luttekur Arnhold Jensen, kommunulækni í Klaksvík.

Til umrøða frá kl. 19 verður “Konsekvensetikkur og nyttuetikkur í mun til hjartastartara” og “Heilsa, trygd og umhvørvi – á kommunala økinum”.

Tiltakið er alment, men vendir sær serliga til umboð fyri almennum og kommunalum stovnum, frítíðarfeløgum og avvarðandi myndugleikum innan heilsu- og trivnaðarøki.

Panel verður skipað undir leiðslu av Rana Nolsøe, har lagt verður upp til kjak.

Sí eisini Um hjartastartarar á bústovnum fyri eldri.

Leidd og Eygleidd

Leidd og Eygleidd

Kjakfundur um etikk og talgilda heimin, har vit varpa ljós á heilsuøki!

Almennur kjakfundur á Reinsarínum
mikukvøldið 28. november kl. 19.00 – 21.00

Endamálið við kjakfundinum er at lýsa hvørjar etiskar spurningar talgilding í heilsuverkinum kann hava.

Hvar gongur markið millum at vera leidd og eygleidd, tá tað snýr seg um talgildar heilsuupplýsingar um teg sum persón?

Ynskja vit at ávirka hvar markið gongur?

Skulu vit sjálvi siga frá?

ella taka onnur ábyrgd okkara vegna?

Hesir spurningar vera endavendir á kjakfundinum. Fundurin er skipaður so, at fyrst verða fleiri upplegg. Hesi eru um, hvussu Talgildu Føroyar hevur hugsað um menniskjaliga aspektið, við at flyta seg til talgildar loysnir, um hvørjar upplýsingar, tað almenna, og herundir heilsuverkið, kann skráseta um hvønn einstakan og hvussu upplýsingarnar verða vardir, um hørjir tankar sjúklingar og avvarðandi hava um tær upplýsingar, sum heilsuverkið hevur um tey, um hvussu vit tryggja okkum, at upplýsingarnar vera nýttir rætt og ikki misnýttir og um talgilding lýst úr einum etiskum sjónarhorni.

Nærri upplýsingar

Tíð: Mikukvøldið 28. november kl. 19.00 til 21.00
Stað: Reinsaríið í Tórsgøtu
Kostnaður: Ókeypis
Tilmelding: Eingin tilmelding

Skrá

Orðstýrari: Óluva Zachariasen, journalistur. Fundurin verður teknmálstulkaður

Kl. 19.00 Vælkomin
Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum

Kl. 19.05 Tankar um menniskjaliga aspektið við at flyta seg yvir á talgildar loysnir.
Nicolai M. Balle, stjóri, Talgildu Føroyar

Kl. 19.15 Hvørjar upplýsingar kann tað almenna skráseta um meg og hvussu vera upplýsingarnar vardar?
Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Løgmansskrivstovan

Kl. 19.25 Hvat ynski eg at mínar upplýsingar kunnu brúkast til í heilsuverkinum?
Sigrun Mohr, farmakonom og fyrrv.forkvinna í Alzheimersfelagnum

Kl. 19.40 Hvussu skal eg tryggja mær, at mínar upplýsingar vera nýttar rætt og ikki misnýttar?
Eilev Sivertsen, KT grannskoðari

Kl. 19.50 Talgilding úr einum etiskum sjónarhorni
Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki

Kl. 20.00 Spurningar og orðaskifti
Í panelinum er: Nicolai M. Balle, Jógvan S. Samuelsen, Sigrun Mohr, Eilev Sivertsen og Jógvan D. Hansen

Kl. 20.50 Samanumtøka
Hildur við Høgadalsá, forkvinna

Kl. 21.00 Liðugt

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Sjónbandaupptøka verður gjørd av uppleggunum og løgd á heimasíðuna www.etiskaradid.fo