+298 219484 er@er.fo
Veðurlagsbroytingar og fólkaheilsa í etiskum høpi

Veðurlagsbroytingar og fólkaheilsa í etiskum høpi

Í døgunum 22-23. september 2022 skipar Norðurlendska nevndin fyri bioetikk (NCBio) fyri ráðstevnu í Umeå, Svøríki, har evnið er etiskir spurningar í sambandi við, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka fólkaheilsuna.

Veðurlagsbroytingarnar raka alt og øll, eisini fólkaheilsuna. Við vaksandi hitalagi, hækkandi sjóvarmála og hitnandi høvum, økist eisini vandin fyri nýggjum umfarssóttum og avlagan av búøkjunum hjá bæði menniskjum og djórum. Men hvørjir eru so teir etisku spurningarnir, sum eru mest átrokandi at viðgera í hesum høpi? Tað er hetta, sum er evnið á hesi ráðstevnu, sum er ókeypis og almenn.

Kunning um ráðstevnuna
Ethical Perspectives on Health Impacts of Climate Change
22-23. september 2022, Umeå, Svøríki
Tilmelding og skrá: https://www.nordforsk.org/events/2022/ethical-perspectives-health-impacts-climate-change
Freist at melda til: 8. september 2022
Til ber eisini at luttaka um netið

Heimsfarsóttaretikkur – hvat hava Norðurlond lært?

Í døgunum 19-20. mai 2022 skipar Norðurlendska nevndin fyri bioetikk (NCBio) fyri ráðstevnu í Bergen, har tikið verður samanum, hvat vit í Norðurlondum hava lært av COVID-19 alheimsfarsóttini.
Ráðstevnan við enska heitinum “The ethics of pandemics: Lessons learned in the Nordic countries” byggir á eina røð av webinarum, sum NCBio skipaði fyri veturin 2020-21, har roynt varð at lýsa etisku síðurnar av alheimsfarsóttini, og har hugt eisini varð at munum og líkleikum í handfaring og kjaki í Norðurlondunum. Webinarini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá NCBio https://ncbio.org/

Kunning um ráðstevnuna
The ethics of pandemics: Lessons learned in the Nordic countries
19/05/2022-20/05/2022, Bergen, Norra
Tilmelding og skrá: https://www.nordforsk.org/events/2022/ethics-pandemics-lessons-learned-nordic-countries
Til ber eisini at luttaka um netið.

Fakligi skrivarin hjá Etiska ráðnum eygleiðari í NCBio

NordForsk hevur eftir tilmæli frá Granskingarráðnum valt fakliga skrivaran í Etiska ráðnum, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum føroyskan eygleiðara í Norðurlendsku nevndini fyri bioetikk, NCBio. Arnbjørn tekur við eftir Súsonnu Mortensen, námslektara á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, sum hevur verið eygleiðari í tvey skeið frá 2016.

NCBio varð sett á stovn í 1989, við tí endamáli at stuðla undir norðurlendskt samstarv um bioetiskar spurningar, og at hava eftirlit við og kunna um lógararbeiði og politiskar ætlanir, sum innihalda bioetiskar spurningar. Í nevndini sita tvey umboð fyri hvørt av sjálvstøðugu londunum í Norðurlandaráðnum, og ein eygleiðari fyri hvørt av londunum Føroyar, Áland og Grønland.

Les meira um NCBio her.

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, fakligur skrivari hjá Etiska ráðnum