Etiska ráðið hevur sett Regin Berg úr Havn sum fakligan skrivara í Etiska ráðið. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur verið skrivari í trý ár, og gavst hann nú við árslok. Vit takka Arnbirni fyri gott arbeiði og mennandi samstarv hesi ár og ynskja honum blíðan byr.
Regin Berg er 33 ára gamal og úr Havn. Hann er giftur Rúnu Durhuus og eigur tvey børn: Lunu Mariu Apol Berg og Jónu Bjørg Apol Berg. Hann er útbúgvin master of Arts í politikki og altjóða politikki og master í lóg. Hann hevur m.a. verið aðalskrivari í Føroya Ungdómsráði, hevur gjørt uppgávur fyri ymisk málaráð, kommunal feløg og fakfeløg, undirvíst á Setrinum og síðan 2015, hevur hann undirvíst í samfelagsfrøði á Glasi.
Eisini hevur Regin verið formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta, blaðstjóri í Fjølnir og er hann formaður í Amnesty International.
Regin Berg er kent andlit í sjónvarpi, útvarpi og bløðum sum serfrøðingur, eins og hann hevur skrivað lesarabrøv og kronikkir.
Etiskir spurningar, hugsjónir kring etikk og etiskar tvístøður hava hansara stóra áhuga, og hevur hann fylgt væl við, hvat hendir við menniskjum, nú tøknin og vísindini fáa størri rúm og vald, og samfelagið gerst meiri komplekst.
Etiska ráðið bjóðar Regini Berg hjartaliga vælkomnum í starvið sum fakligur skrivari og gleðist um at arbeiða saman við honum.