+298 219484 er@er.fo

Konur og kanónir

Konur og kanónir

“I krig og kærlighed gælder alle kneb,” sigur danska orðatakið. Kríggj er veruleiki í Evropa, og vit halda ondini, meðan vit fylgja við í tíðindunum og síggja, hvussu øll tey virðini, vit seta serliga høgt í friðartíð, verða skúgvað til viks, eitt fyri og annað eftir, í takt við, at bumburnar falla. Ein kreppa kann seta okkara íbornu etisku kumpass alvorliga á slingrikós. Tað vísir seg, at etikkur í friðartíð ikki er hin sami, sum tá ið kríggj brestir á. Altjóða konventiónir, sum skulu forða fyri, at eitt nú sivil verða álopin, eru undir hørðum trýsti, nú avtalur um vápnahvíld ikki verða hildnar, og smábørn verða dripin í gøtunum.

Fólk, sum fyri fáum vikum síðani fóru til arbeiðis í barnagørðum, handlum og kontórum, taka nú lynskeið í vápnabrúki og gera molotovcoctails, vælvitandi, at tey fáa blóð á hendurnar, tá fløskan verður hird avstað. Vanlig etisk virði mugu víkja, tá kríggj herjar á, um endamálið er at verja tjóðina og varðveita frælsi og demokrati.

Í dag er 8.mars, altjóða kvinnudagur, og setir álopið á Ukraina sín døkka dám á, nú serliga kvinnur og børn í stórum tali flýggja yvir háls og herðar at søkja sær friðskjól. Menn millum 18 og 60 ár hava fingið boð um at verða eftir í landinum. Menn skulu kempa, kvinnur kunnu. Biologiska kynið hevur nakað at siga í hesum samanhangi, tí sjálvt um menn væl høvdu klárað at flýggjað við børnunum, og kvinnur eisini klára seg væl í herinum, so hevur vøddamegin nakað at siga, tá ótrenaði sjálvboðin standa ímóti einum væl vandum heri. Tað er ikki rættvíst, at menn verða tvungnir at fara í kríggj, hugsa vit, sum eru von at hava stórt sjálvræði. Men tá á stendur, ræður ikki einans um at hava rætt ella at fáa rætt, men um at velja tað rætta. Og júst tað – at velja tað rætta – er tað, sum etikkur snýr seg um. Etikkur er nemliga ikki ein statisk disciplin. Tað síggja vit tildømis, tá meginreglan “tú mást ikki sláa íhel” í kríggi verður skúgvað til viks. Russar drepa fyri at vinna territorium, Ukrainar drepa fyri at verja territorium. Etikkur er dynamiskur, og spurningurin, hvat er rætt at gera, má svarast alt eftir, hvøji virði eru í spæl.

Á einum kvinnudegi er vanligt at líta aftur á vunnar sigrar í navni javnstøðusins. Hetta fari eg ikki í detaljur við í dag, men eg eri hugtikin av, hvussu uppgávubýtið í føroyska samfelagnum hevur verið millum kvinnur og menn ta tíðina, menn silgdi úti meginpartin av árinum. Vanligi samfelagsstruktururin í londunum kring okkum var patriarkalskur, og maðurin var yvirhøvd í familju og samfelag. Tað bar ikki til í Føroyum, tá mennirnir ikki vóru heima, so samfelagið gjørdist meir ella minni matriarkalskt eina tíð.

Í vesturheiminum hevur tíðarrákið seinastu árini verið, at kyn skal definerast í nógv breiðari merking enn biologiskt, t.e. kynið, ein er føddur við. Hugtakið tíðarrák verður so at siga einans nýtt í negativum vendingum, tá okkum ikki dámar broytingarnar. Og hondina á hjártað, eg havi sjálv hugsað, at tað var nakað fjas at gera so stórt nummar burturúr, um ein kendi seg sum han, hon ella hen, tí man er jú sum man er.

Men ungdómurin hevur lært meg eitt og annað, sjálvt um hann kanska ikki trýr tí: Vit verða fødd við einum kyni, men vit eru ikki okkara kyn. Kynið er eitt eyðkenni, ikki ein definitión.

Eg eri ein kvinna. Tað havi eg tað fínt við, men tað er ikki eitt virði í sjálvum sær. Og skuldi eg kent meg sum ein mann, hevði tað eisini verið fínt. Mítt kyn eigur at verða virðisneutralt. Mítt virði er at vera menniskja.

Hjá teimum allarflestu er hetta ikki so farligt, men vit eru nógv meira vanastýrd í kynshugsan okkara, enn vit geva okkum far um. Gera vit tankaeksperimentið “flótandi mark fyri kynssamleika”, verða vit avdúkað: Er íborna kynið ein forðing ella ein fyrimunur, tá vit vilja realisera okkara dreymar?

Í okkara samfelag í dag hava kvinnur møguleikar, tær ikki høvdu fyri 50 árum síðani, og tað er at gleðast um. Menn kunna væl gera uppgávur, ið traditionelt hava verið gjørdar av kvinnum og umvent, uttan at tað er til ampa fyri tign og samleika. Er so nakað at kempa fyri 8. mars?

Ja, so leingi onkur heldur tað verða problematiskt, at kvinnur seta seg í stjórasessir, lata seg í prestakjóla ella gerast ovastkommanderandi í einum heri, hava vit ikki skilt, at okkara virði er okkara menniskjansligheit, ikki okkara kyn.

Anne Mette Greve Klemensen,
forkvinna í Etiska ráðnum