+298 219484 er@er.fo

Fríggjadagin 29. oktober 2021 vóru forkvinnan og fakligi skrivarin hjá Etiska ráðnum á fundi við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, og aðalstjóra og fyrisiting hansara. Tað hevur verið siðvenja, síðan Etiska ráðið fór til verka, at í minsta lagi ein kaffifundur hevur verið hildin árliga við landsstýrismannin, sum varðar av Etiska ráðnum.

Á hesum seinasta fundinum greiddi forkvinnan í Etiska ráðnum, Anne Mette Greve Klemensen, frá tí, sum ráðið hevur arbeitt við síðan seinasta fund av hesum slagnum, sum varð hildin í august í 2020. Hon kunnaði eisini um ætlanirnar hjá Etiska ráðnum fyri næsta tíðina.

Ráðið hevur skjótt sitið sítt fyrsta fýra ára skeið, og tað skal sambært lógini setast av nýggjum 1. januar 2022. Av øðrum málum, sum vórðu umrødd, vóru etiskir spurningar í sambandi við koronustøðuna, og spurningurin um at víðka virkisøkið hjá Etiska ráðnum til eisini at umfata onnur øki enn heilsuøkið, til dømis umhvørvisetikk, djóraetikk og dátaetikk.