+298 219484 er@er.fo

Leiðreglur hjá WHO útgivnar á føroyskum

Tá álvarsamar farsóttir herja, mugu avgerðir ofta takast í skundi og stundum eisini á ivasomum vísindaligum grundarlagi. Tíðartrýst og avmarkað tilfeingi kunnu forða umhugsan, heildarhugsan og gjøgnumskygni, ið ein sterk, etisk støðutakan annars krevur.

Til at stuðla undir etisku handfaringina í slíkum støðum, hevur heimsheilsustovnurin WHO í 2016 givið út bókling við leiðreglum fyri etiska handfaring av smittusjúkum. Etiska ráðið í Føroyum hevur nú, í sambandi við COVID-19, tikið stig til at týða hendan bókling, og gevur hann út undir heitinum Leiðreglur fyri etiska handfaring av smittusjúkum.

Bóklingurin er í 14 pørtum, sum hvør viðger teir etisku spurningar, sum kunnu knýta seg at einum ávísum øki. Til dømis skyldur hjá stjórnum og altjóða samfelagnum, tillutan av avmarkaðum tilfeingi, gransking í farsóttartíð, skjót vitanarlutan, og rættindi og skyldur hjá heilsustarvsfólki.

Bóklingurin er ætlaðar sum íkast til almennar, fólkaheilsuligar etiskar leiðreglur. Tær skulu tí lesast saman við meira almennum vegleiðingum um evnir sum fólkaheilsueftirlit, gransking við menniskjum, og tørvin hjá viðbreknum bólkum.

Etiska ráðið vónar, at bóklingurin er brúkiligur hjá myndugleikum, læknum, heilsustarvsfólkum, granskarum, framleiðarum av heilivági og heilsuútgerð, hjálparfelagsskapum, tíðindafólkum og øðrum viðkomandi pørtum, ið ráðleggja og taka lut í átøkum móti farsóttum bæði í privata og almenna geiranum.

Les bóklingin undir Útgávur.

Etisk argumentatión

GREIN, umsett út norskum

Biotøkni hevur við sær nýggjar etiskar tvístøður

Hvussu eiga vit at skifta orð um og svara hesum á ein góðan og uppbyggjandi hátt?

Hvørjar íleguroyndir kunnu foreldur bíleggja av sínum børnum? Eru mørk fyri, hvussu langt vit eiga at fara, fyri at broyta náttúruna við hjálp av tøkni? Eru tað summir tøkniligir møguleikar, vit ikki eiga at brúka, hóast tað kann vera til gagns fyri onkran?

Henda útgávan er talgild og kann takast niður við at trýsta her.

 

Nýggjur bóklingur um etikk

Eiga vit altíð at halda givin lyfti, ella eru nøkur lyfti, sum í ávísum støðum kunnu og kanska enntá eiga at verða brotin? Kunnu vit aldrin gera einum menniskja mein ella pína tað?

Hetta eru nakrir spurningar, sum vera umrøddir í nýggja bóklinginum, sum Etiska ráðið hevur latið umsett og lagt á heimasíðuna trýst her. Endamálið við bóklinginum er at eggja og stimbra kjakið um etiskar spurningar, sum viðkoma okkum øllum. 

Etiskir spurningar eru viðkomandi fyri okkum øll og vit eiga at taka støðu til hesar spurningar. Men sjáldan er tað lætt at finna einføld svar uppá etiskar spurningar. Oftast koma svarini í samrøðuni við onnur. Bóklingurin lýsir eitt nú hvussu til ber, við etiskari útgreining, at koma ávegis til vælhugsaðar støður ella sjónarmið. 

Umframt spurningarnar omanfyri, verða m.a. hesir spurningar umrøddir:

  • Er menniskja ónt ella gott, frælst ella ófrælst, ábyrgdarfult ella ábyrgdarleyst, skynsamt ella óskynsamt?
  • Eri eg sjálv/ur  sinnað/ur at geva einum sjúkum menniskja lívgøgn míni?
  • Skulu avvarðandi sleppa at taka avgerðina, um støðan hjá tí deyða um vevnaðarflutning ikki er kend?
  • Hava vit tamarhald og ræði á tólmennum (robottum)?
  • Hvønn verða tey nýggju sløgini av tøkni ment til frama fyri og hvør fær atgongd til teirra og hvør fær nyttu av teimum?
  • Hvussu skal meginreglan um sjálvsavgerðarrættin brúkast, um ein sjúklingur hevur skerdan førleika til sjálvur at taka avgerð.

 Etiska ráðið vónar, at hesin bóklingur kann vera til gagns fyri lesaran.

 Tekna teg til tíðindabræv

Á www.etiskaradid.fo ber til at tekna seg til tíðindabræv frá Etiska ráðnum.