Ársfrágreiðingin 2020
Ársfrágreiðingin hjá Etiska ráðnum fyri 2020 er nú komin og er at finna her.
Ársfrágreiðingin hjá Etiska ráðnum fyri 2020 er nú komin og er at finna her.
Tá álvarsamar farsóttir herja, mugu avgerðir ofta takast í skundi og stundum eisini á ivasomum vísindaligum grundarlagi. Tíðartrýst og avmarkað tilfeingi kunnu forða umhugsan, heildarhugsan og gjøgnumskygni, ið ein sterk, etisk støðutakan annars krevur.
Til at stuðla undir etisku handfaringina í slíkum støðum, hevur heimsheilsustovnurin WHO í 2016 givið út bókling við leiðreglum fyri etiska handfaring av smittusjúkum. Etiska ráðið í Føroyum hevur nú, í sambandi við COVID-19, tikið stig til at týða hendan bókling, og gevur hann út undir heitinum Leiðreglur fyri etiska handfaring av smittusjúkum.
Bóklingurin er í 14 pørtum, sum hvør viðger teir etisku spurningar, sum kunnu knýta seg at einum ávísum øki. Til dømis skyldur hjá stjórnum og altjóða samfelagnum, tillutan av avmarkaðum tilfeingi, gransking í farsóttartíð, skjót vitanarlutan, og rættindi og skyldur hjá heilsustarvsfólki.
Bóklingurin er ætlaðar sum íkast til almennar, fólkaheilsuligar etiskar leiðreglur. Tær skulu tí lesast saman við meira almennum vegleiðingum um evnir sum fólkaheilsueftirlit, gransking við menniskjum, og tørvin hjá viðbreknum bólkum.
Etiska ráðið vónar, at bóklingurin er brúkiligur hjá myndugleikum, læknum, heilsustarvsfólkum, granskarum, framleiðarum av heilivági og heilsuútgerð, hjálparfelagsskapum, tíðindafólkum og øðrum viðkomandi pørtum, ið ráðleggja og taka lut í átøkum móti farsóttum bæði í privata og almenna geiranum.
Les bóklingin undir Útgávur.
Etiska ráðið sendi 4. juni 2020 avvarðandi myndugleikum (Heilsumálaráðnum, Almannamálaráðnum og Kommunufelagnum) hesa áheitan viðvíkjandi koronutiltøkunum og støðuna hjá teimum gomlu á røktarheimunum kring landið.
Í frágreiðingini kanst tú lesa um uppgávuna hjá Etiska ráðnum, um ráðslimirnar, um virksemið hjá ráðnum seinasta árið, og um ætlanirnar hjá ráðnum fyri 2020. Ársfrágreiðingin er einans teldutøk.
Les ársfrágreiðingina her.
GREIN, umsett út norskum
Hvussu eiga vit at skifta orð um og svara hesum á ein góðan og uppbyggjandi hátt?
Hvørjar íleguroyndir kunnu foreldur bíleggja av sínum børnum? Eru mørk fyri, hvussu langt vit eiga at fara, fyri at broyta náttúruna við hjálp av tøkni? Eru tað summir tøkniligir møguleikar, vit ikki eiga at brúka, hóast tað kann vera til gagns fyri onkran?
Henda útgávan er talgild og kann takast niður við at trýsta her.
Etiska ráðið hevur givið út fyrstu ársfrágreiðingina.
Í frágreiðingini kanst tú lesa um uppgávuna hjá Etiska ráðnum, um ráðslimirnar, um virksemið hjá ráðnum fyrsta árið og um ætlanirnar hjá ráðnum fyri 2019. Ársfrágreiðingin er einans teldutøk.
Les ársfrágreiðingina her.