+298 219484 er@er.fo

Játtanin til Etiska ráðið skerd

Etiska ráðið skal klára seg við lægri játtan í 2022 enn í 2021.

Hóast tað í fíggjarlógaruppskotinum varð skotið upp at hækka játtanina til Etiska ráðið við 48.000 krónum, úr 672.000 krónur upp í 720.000 krónur, soleiðis at lagt varð upp fyri nýggjum leiguútreiðslum, nú Etiska ráðið hevur fingið egin skrivstovuhøli, varð endin tann, at fíggjarnevndin tvørturímóti skerdi játtanina 52.000 krónur, úr 672.000 krónur niður í 620.000 krónur.

Hetta merkir, at Etiska ráðið hevur 100.000 krónur minni at arbeiða við, enn tað, sum varð sett av í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum. Hvussu hetta kemur at ávirka virksemið hjá Etiska ráðnum, er ilt at siga. Fýra nýggir limir verða valdir í ráðið ein av fyrstu døgunum, og tað verður upp til nýggja ráðið at gera av, hvussu virksemið skal lagast við skerdu játtanini.

Fakligi skrivarin hjá Etiska ráðnum eygleiðari í NCBio

NordForsk hevur eftir tilmæli frá Granskingarráðnum valt fakliga skrivaran í Etiska ráðnum, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum føroyskan eygleiðara í Norðurlendsku nevndini fyri bioetikk, NCBio. Arnbjørn tekur við eftir Súsonnu Mortensen, námslektara á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, sum hevur verið eygleiðari í tvey skeið frá 2016.

NCBio varð sett á stovn í 1989, við tí endamáli at stuðla undir norðurlendskt samstarv um bioetiskar spurningar, og at hava eftirlit við og kunna um lógararbeiði og politiskar ætlanir, sum innihalda bioetiskar spurningar. Í nevndini sita tvey umboð fyri hvørt av sjálvstøðugu londunum í Norðurlandaráðnum, og ein eygleiðari fyri hvørt av londunum Føroyar, Áland og Grønland.

Les meira um NCBio her.

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, fakligur skrivari hjá Etiska ráðnum

Hoyringarsvar revsilógin kap. 24 um kynslig brotsverk

Etiska ráðið hevur fingið broytingarnar í revsilógini kap. 24 til hoyringar. Etiska ráðið fegnast um, at rættartrygdin og rættvísiskenslan við ætlaðu broytingunum verður styrkt, og at sjálvsavgerðarrætturin hjá tí, sum er fyri kynsligum ágangi, ikki eigur at vera eitt ivamál.

Samstarvsfundur millum etisku nevndirnar

Árligur samstarvsfundur var 15. desember millum Siðfrøðinevndina hjá felagnum Føroyskir
sálarfrøðingar, Sjúkrarøktaretiska ráðið og Etiska ráðið, har nevndir og ráð kunnaðu hvørt annað um sítt
virksemi og ætlanir. Eisini varð tosað um møguleikar fyri samstarvi í 2022 og 2023.

Koppseting av børnum 5-11 ár

Etiska ráðið var 27. november 2021 á fundi við umboð fyri COVID-19-koppsetingarbólkin hjá Heilsumálaráðnum fyri at umrøða málið um at bjóða børnum í aldrinum 5-11 ár tilboð um ókeypis koppseting fyri COVID-19. Nógvir spurningar vóðru vendir, og avtalað varð, at Etiska ráðið skuldi senda Heilsumálaráðnum møguligar viðmerkingar skrivliga eftir fundin.