+298 219484 er@er.fo

Fosturdiagnostikkur

Fosturdiagnostikkur verður alt meira vanligur og kvinnur við barn hava møguleika at fáa vitan um heilsustøðuna hjá fostrinum, langt áðrenn barnið verður føtt. Etiska ráðið skipar nú fyri kjakfundi um hetta evnið.

Tvístøðan á bróstinum

Spaniastova verður karmur um tiltakið Tvístøða á bróstinum, tá Etiska ráðið kemur á vitjan í Klaksvík mikukvøldið 6. mars. Endamálið við tiltakinum er at lýsa etiskar tvístøður, sum hjartastartarar kunnu hava. Serliga verður ljós varpað á umstøðurnar hjá eldri...

Ársfrágreiðing 2018

Etiska ráðið hevur givið út fyrstu ársfrágreiðingina. Í frágreiðingini kanst tú lesa um uppgávuna hjá Etiska ráðnum, um ráðslimirnar, um virksemið hjá ráðnum fyrsta árið og um ætlanirnar hjá ráðnum fyri 2019. Ársfrágreiðingin er einans teldutøk. Les ársfrágreiðingina...

Nýggjur bóklingur um etikk

Eiga vit altíð at halda givin lyfti, ella eru nøkur lyfti, sum í ávísum støðum kunnu og kanska enntá eiga at verða brotin? Kunnu vit aldrin gera einum menniskja mein ella pína tað?Hetta eru nakrir spurningar, sum vera umrøddir í nýggja bóklinginum, sum Etiska ráðið...

Hoyringarsvar tvingsilslógin

Hoyring um uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (tvingsilslógin) Etiska ráðið hevur havt tvingsilslógina til hoyringar og ásannar, at tað kann verða tvørligt og ofta ómøguligt at lýsa við dømum, nær smærri og størri...

Fyrsta tiltak

Leidd og eygleidd- er yvirskriftin á fyrsta almenna tiltakinum hjá Etiska ráðnum. Tiltakið er skipað sum kjakfundur og lýsir hvørjar etiskar spurningar talgilding í heilsuverkinum kann hava. Hvar gongur markið millum at vera leidd og eygleidd? Ynskja vit at ávirka...

Leidd og Eygleidd

Kjakfundur um etikk og talgilda heimin, har vit varpa ljós á heilsuøki! Almennur kjakfundur á Reinsarínummikukvøldið 28. november kl. 19.00 – 21.00 Endamálið við kjakfundinum er at lýsa hvørjar etiskar spurningar talgilding í heilsuverkinum kann hava. Hesir spurningar...

Hoyringarsvar vælferðarlógin

Hoyring um uppskot um løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)Sambært almennu viðmerkingunum skal Vælferðarlógin loysa av verandi forsorgarlóg. Etiska ráðið tekur undir við, at neyðugt ervið lóg, ið virkar sum trygdarnet, og at slík lóg eigur at taka...

Hoyringarsvar varskógvaraskipan

Etiska ráðið hevur fingið uppskotið til løgtingslóg um varskógvaraskipan til kunnleika og møguligar viðmerkingar. Við hesari lóg fáa alment sett starvsfólk, navngivið ella ónavngivið, møguleika at boða frá óreglusemi í fyrisitingini uttan ótta fyri, at tað fær...