+298 219484 er@er.fo
Leiðreglur hjá WHO útgivnar á føroyskum

Leiðreglur hjá WHO útgivnar á føroyskum

Tá álvarsamar farsóttir herja, mugu avgerðir ofta takast í skundi og stundum eisini á ivasomum vísindaligum grundarlagi. Tíðartrýst og avmarkað tilfeingi kunnu forða umhugsan, heildarhugsan og gjøgnumskygni, ið ein sterk, etisk støðutakan annars krevur.

Til at stuðla undir etisku handfaringina í slíkum støðum, hevur heimsheilsustovnurin WHO í 2016 givið út bókling við leiðreglum fyri etiska handfaring av smittusjúkum. Etiska ráðið í Føroyum hevur nú, í sambandi við COVID-19, tikið stig til at týða hendan bókling, og gevur hann út undir heitinum Leiðreglur fyri etiska handfaring av smittusjúkum.

Bóklingurin er í 14 pørtum, sum hvør viðger teir etisku spurningar, sum kunnu knýta seg at einum ávísum øki. Til dømis skyldur hjá stjórnum og altjóða samfelagnum, tillutan av avmarkaðum tilfeingi, gransking í farsóttartíð, skjót vitanarlutan, og rættindi og skyldur hjá heilsustarvsfólki.

Bóklingurin er ætlaðar sum íkast til almennar, fólkaheilsuligar etiskar leiðreglur. Tær skulu tí lesast saman við meira almennum vegleiðingum um evnir sum fólkaheilsueftirlit, gransking við menniskjum, og tørvin hjá viðbreknum bólkum.

Etiska ráðið vónar, at bóklingurin er brúkiligur hjá myndugleikum, læknum, heilsustarvsfólkum, granskarum, framleiðarum av heilivági og heilsuútgerð, hjálparfelagsskapum, tíðindafólkum og øðrum viðkomandi pørtum, ið ráðleggja og taka lut í átøkum móti farsóttum bæði í privata og almenna geiranum.

Les bóklingin undir Útgávur.

Alment tiltak í Suðuroy

Alment tiltak í Suðuroy

Etiska ráðið skipar nú almennum tiltaki í Suðuroy. Kjakfundur verður á Miðnámsskúlanum í Suðuroy sunnudagin 8. november 2020 frá kl. 14.30 til 17.00, og til viðgerðar eru etiskir spurningar, sum knýta seg at gentøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.

Stóru frambrotini innan gentøkni seinastu árini krevja, at vit í dag og næstu tíðina skulu viðgera og taka støðu til stórar etiskar spurningar, sum ikki áður hava verið á breddanum. Skulu vit til dømis hava alt at vita um, hvørjar arvaligar sjúkur vit eru berarar av? Hvør skal hava atgongd til upplýsingar um okkara ílegur og arvaeginleikar?

Hvussu skulu vit samrøða um slíkar spurningar, tá vitanin og møguleikarnir innan hesa tøkni næstan ongi mørk kennir?

Etiska ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum og tekur, av egnum ávum, til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og gentøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju. Ráðið skal upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum, og er við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum.

Jógvan Dahl, fyrrverandi lærari og varaskúlastjóri á Venjingarskúlanum, fer at stýra fundinum, og tey, sum fara at hava upplegg og at taka lut í panelinum, verða Anne Mette Greve Klemensen, Marjun Bæk, Noomi O. Gregersen, Svein-Ole Mikalsen og Jógvan D. Hansen. Les skránna her.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Uppleggini kunnu síggjast her: www.etiskaradid.fo

Etiska ráðið vitjar á miðnámi

Etiska ráðið vitjar á miðnámi

Gentøkni og genomkanningar eru á skránni, tá ið Etiska ráðið í heyst vitjar miðnámsskúlar kring landið. Endamálið við vitjanini er at koma á tal við næmingar og lærarar, sum vita eitt sindur um evnið, og skifta orð um etiskar spurningar, sum knýta seg at tí.

Etiska ráðið hevur í heyst verið á einari vitjunarrøð til miðnámsskúlarnar, har høvi hevur verið at fáa næmingar og lærarar á tal. Vit hava kjakast um etiskar spurningar, sum knýta seg at gentøkni og genomkanningum, og við okkum hava vit havt Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðara fyri FarGen. Vitjanir hava verið í oktober og enda í Suðuroy í november.

Myndin er frá vitjanini á Miðnámi í Vestmanna 22. oktober 2020. Katrin D. Apol tók myndina. Á myndini síggjast Arnbjørn Ó. Dalsgarð, fakligur skrivari hjá Etiska ráðnum, Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestmanna, Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í Etiska ráðnum, Noomi O. Gregersen, FarGen, og Marjun Bæk, limur í Etiska ráðnum.

Nýggj forkvinna í Etiska ráðnum

Nýggj forkvinna í Etiska ráðnum

Anne Mette Greve Klemensen, prestur, tekur við eftir Hildur við Høgadalsá.

Hildur við Høgadalsá hevur valt at takka fyri seg sum forkvinna í Etiska ráðnum, og hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnt Anne Mette Greve Klemensen sum nýggja forkvinnu.

Anne Mette Greve Klemensen gjørdist cand.theol í 2010 og tók sangútbúgving frá Sjællands kirkemusikskole árið fyri.

Í 2011 gjørdist Anne Mette sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, har hon hevur virkað, inntil hon tók við embætinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi fyrr í ár. Harumframt hevur Anne Mette serkunnað seg innan eksistentiellar lívsstøður hjá barnakonum.

Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir.

 

Koronutiltøkini og tey gomlu á røktarheimunum

Etiska ráðið sendi 4. juni 2020 avvarðandi myndugleikum (Heilsumálaráðnum, Almannamálaráðnum og Kommunufelagnum) hesa áheitan viðvíkjandi koronutiltøkunum og støðuna hjá teimum gomlu á røktarheimunum kring landið.
 
Meðan koronusmittan hevur gjørt um seg, hevur verið neyðugt at seta umfatandi tiltøk í verk fyri at verja okkum øll fyri smittuni. Hetta hevur rakt alt samfelagið, men serliga meint hevur tað rakt tey gomlu á røktarheimunum, sum hava sitið avbyrgd í langa tíð.
Hetta hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við støðuna.
Í fyrsta lagi verður spurt, hví tað er verri at doyggja av koronu enn øðrum sjúkum, og í øðrum lagi, hví tey gomlu ikki sjálvi skulu sleppa at gera av, um tey vilja sita avbyrgd ella ikki.
Víst hevur verið á, at tað fyri mong av teimum gomlu er nógv verri at sita avbyrgd í einsemi sína seinastu tíð, tá tey hava mest brúk fyri at hava fólk um seg, enn at vita seg vera í vanda fyri at verða smittað av koronu ella øðrum sjúkum.
Etiska ráðið hevur millum annað til endamáls at gera almennar myndugleikar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum. Tí hevur ráðið av sínum eintingum tikið til viðgerðar málið um støðuna hjá teimum gomlu á røktarheimunum í sambandi við koronutiltøkini, og ráðið vil við hesum kunna avvarðandi myndugleikar um viðgerðina.
Leggjast skal afturat, at hetta er ikki ætlað sum ein atfinning, men partur av viðgerðini.
 
Lýsing av støðuni
Tá Føroyar um miðjan mars mánað fór niður í ferð fyri at forða fyri, at COVID-19-smittan breiddi seg, hevði tað eisini við sær, at øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri borgarar, sum eldratænasturnar vanliga veita, vórðu avlýst, og bústovnar, ellis- og røktarheim vórðu stongd fyri allari vitjan.
Tá slík støða við ókendari, illa smittandi umfarssótt so brádliga tekur seg upp, er tað skiljandi, at skjót og strong tiltøk mugu setast í verk til tess at verja samfelagið alt fyri smittuni.
Tað er ymist sum lond hava valt at verja sínar borgarar, summi hava viðtikið lógir, sum skerja grundleggjandi mannarættindi í avmarkaða tíð, onnur vilja ikki ganga tann vegin, men heita í staðin á borgarar sínar um sjálvbodnar at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.
Føroyar valdu hendan seinna leistin, og tað hevði við sær, at grundleggjandi rættindini hjá øllum borgarum í landinum, eisini teimum gomlu, vóru óbroytt, hóast nógv avmarkandi tiltøk hava verið sett í verk; til dømis hava skúlar, mentanarstovnar og partar av vinnulívinum verið stongdir, fólk í almennum størvum hava verið send til hús at arbeiða, og røktarheim hava sum nevnt verið stongd fyri allari vitjan.
Vit kunnu í dag fegnast um, at tiltøkini til fulnar hava virkað eftir ætlan, og nú ongin COVID-19-smitta longur er í landinum, hava myndugleikarnir gjørt av at lata eldraøkið stigvíst upp aftur, so at tey eldru kunnu fáa vitjan og ein meira innihaldsríkan gerandisdag.
Men hevur prísurin verið ov høgur fyri summi?
 
Etisku leiðreglurnar hjá WHO
Tá ið talan er um avmarkingar í frælsi hins einstaka, so sum avbyrging ella ikki, mælir
heimsheilsustovnurin, WHO, í etisku leiðreglum sínum Guidance For Managing Ethical Issues In Infectious Disease Outbreaks (2016) myndugleikunum til altíð at seta sær spurningin, um avleiðingarnar av tiltøkunum standa mát við skerjingina í frælsinum hjá tí einstaka, ella um sama ella betri úrslit kundi fingist við linari tiltøkum?
WHO mælir eisini politikarum og øðrum, sum taka avgerðirnar, til at lurta eftir og taka ímóti ráðum frá øllum, sum virka innan eldraøkið, feløgum, einstaklingum og øðrum, um hvussu frælsisskerjingin ávirkar sum minst. Eisini verður mælt til, at tað almenna kunnar bæði greitt og ofta um allar avmarkingar, sum ávirka frælsið hjá tí einstaka og rættin at ráða sær sjálvum.
 
Viðgerðin í Etiska ráðnum
Etiska ráðið heldur, at sæð frá einum etiskum sjónarhorni hevur kunningin frá almennu Føroyum yvirhøvur verið nøktandi. Avleiðingarnar av tiltøkunum hava eisini yvirhøvur staðið mát við skerjingina í frælsinum hjá tí einstaka.
Etiska ráðið heldur tó, at tá talan er um tey gomlu á røktarheimunum, áttu myndugleikarnir at verið farnir fram við størri varsemi. Teir áttu at sett sær spurningin, um ikki serligar fyriskipanir kundu verið settar í verk nógv fyrr, sum tryggjaðu teimum gomlu betri møguleikar at fáa vitjan og at vera saman við øðrum. Havast má í huga, at røktarheimini eru heim teirra, sum búgva har, og at mong teirra hava ikki langa tíð eftir at liva í.
Etiska ráðið heldur, at myndugleikarnir í hesum máli hava verið ov paternalistiskir og í ovurumsorgan hava sett til viks autonomiina hjá teimum gomlu. Atlit til sjúkrahús- og heilsuverk, røktarstarvsfólk og onnur hava helst vigað tyngri enn atlitið til sjálvavgerðarrættin og lívsvirðini hjá teimum gomlu, og tað hevur gingið nógv út yvir teirra lívsgóðsku hesa tíðina.
 
Áheitan
Etiska ráðið heldur, at her er talan um eitt øki, sum krevur serligt varsemi og serlig atlit frá samfelagnum. Tí verður heitt á avvarðandi myndugleikar, Heilsumálaráðið, Almannamálaráðið og Kommunufelagið, um at hyggja nærri eftir, hvussu hendan avbjóðing verður loyst á ein betri hátt, skuldi smittustøða við koronu ella aðrari ókendari, illa smittandi umfarssótt aftur tikið seg upp.
Etiska ráðið bjóðar seg eisini til at ráðgeva og at koma við hugskotum, um myndugleikarnir hava áhuga í tí.